Tað tók Vermundi Vestergaard 7 tímar 12 minuttir og 17 sekund at rógva 100.000 metrar.
Hann byrjaði klokkan 9 í morgun, og fyri løtu síðani kom hann á mál.
Mett var frammanundan at tað fór taka millum hálvan áttanda tíma og átta tímar at rógva langa teinin, og tað var ikki langt av leið.
Gjøgnum dagin hevur ymiskt verið á skránni á Bilrøkt í Stiðjagøtu, har róð hevur verið. Frá á middegi hava vafflur verið at fingið, og seinnapartin komu Sarita Kristina Hansen og landsliðið í inniróðri at rógva saman við Vermundi.
Klokkan 15 kom Jens Marni Hansen at spæla nøkur løg.
Nógv fólk hava verið og hugt meðan Vermund Vestergaard róð teir 100 kilometrarnar, og hava víst sín stuðul.
Orsøkin til, at Vermund hevur tikið stig til hetta, er at seta fokus á Eydnudeildina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald