Hondbóltur

Video: Vit skulu geva Týsklandi mótstøðu

Hetta er ein stór uppgáva fyri liðið, men eg haldi vit hava víst, hvat spælararnir kunnu, sigur Peter Bredsdorff-Larsen, venjari hjá føroyska landsliðnum sum í kvøld spælir móti Týsklandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-04-13 10:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kiel (Portalurin) - Tað er ein av teimum heilt stóru uppgávunum sum bíðar føroyska A-landsliðnum hjá monnum í hondbólti, tá Týskland er mótstøðulið í HM-playoff dysti.

Karmur um hendan fyrra av tveimum dystum er Wunderino Arena í Kiel, sum tekur fleiri enn 10.000 áskoðarar.

Í føroysku leguni gleða teir seg til stóra dystin. Tormóður Petursson Djurhuus fekk orðið á Peter Bredsdorff-Larsen á spælarahotellinum fyrrapartin.

Týskland-Føroyar byrjar klokkan 17:15 føroyska tíð, og dysturin verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. FM1 útvarpar eisini dystin.

Portalurin er í Kiel í sambandi við stóra dystin í kvøld, og vit fara at hava samrøður, myndir og annað frá dystinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder