
Eftir trý umfør í Betrideildini eru seks reyð kort givin til spælarar og eitt til ein venjara. Harvið er miðaltalið fyri hvørt umfør beint yvir tvær, í mun til útvísingar. Hetta er hægri enn vanligt, og sum upptøkur vísa, so kundið tað verið nakrar afturat.
Bara í dystinum KÍ-EB/Streymur sunnudagin, har Meinhard Geyti fekk reytt kort fyri hevnisøku, og Sigfríður Clementsen síðani varð burturvístur fyri at brúka seg/ sýna øhøviskan atburð, burdu helst verið tvey reyð kort afturat.
Tað er eingin ivi um, at Árni Frederiksberg átti reytt kort, tá hann klípti Meinhard Geyti í neðra, har høgri bakkurin hjá EB/Streymi so svaraði aftur við einum sparki.
Fyrr í dystinum var tað hin vongbakkurin hjá EB/Streymi, sum sparkaði Jóannes Kalsø Danielsen hart í høvdið, har beinið var ógvuliga høgt. Hetta gav gult kort.
Í Runavík var tað Sebastian Lau Nielsen, sum fyrst feldi og síðani traðkaði á ein liggjandi NSÍ-miðverja. Fyrra reyða kortið hjá B68 í dystinum fek leigusveinurin Jákup Norðoy Vilhelmsen, sum yvirsatsaði í einari takkling á miðjum vølli og kom glíðandi við knoppunum fremst.
- Skilji væl um eingin tímur at hyggja eftir slíkum
Omanfyrinevndu støður vóru sum vera man til viðgerðar í vælumtóktu fóbóltssendingini Fótbóltsprát í gjár.
Har legði serliga ikki Oddbjørn Joensen fingrarnar ímillum. Viðmerkjarin helt, at nevndu B68-spælararnir svíktu liðið við tápuligum gerðum, og at hetta líktist ongum.
- Eg fór avstað í steðginum í Runavík, tí tað var ikki ein fótbóltsdystur meira. Tað vóru fleiri onnur, millum annað uttanveltaði, sum eisini rýmdu tá.
Royndi venjarin heldur, at har er ein keðiligur tendesur í føroyskum fótbólti í løtuni. Bæði í venjingardystum og í kappingardystum har tað eru heldur nógvar "ónollur" og "fjas og fjant" at síggja.
- Hvør tímur at fara til ein fótbóltsdyst at síggja onkran verða klíptan í bollarnar? At síggja fúlar takklingar og onkran verða sparkaðan í gronini. Hví kunnu hesir fótbóltsspælararnir ikki bara spæla fótbólt? Rættiliga irreterandi! Hetta eru eminent góðir fotbóltsspælarar. Sjálvandi skumpaðist man eitt sindur undir einum dysti, men eg skilji væl, at áskoðarar ikki tíma til fótbólt, um tað er hetta, sum vit skulu undirhaldast við. So skulu vit heldur fara at skipa fyri glíming, staðfestir Oddbjørn Joensen.
Í 2. umfarið varð Michal Przybylski hjá NSÍ útvístur fyri grova takkling í Sarpugerði. Í Gundadali vóru fleiri heitar støður, sum kjak var um aftaná. B36-KÍ tann dagin endaði við, at KÍ-liðformaðurin, Jákup Biskopstø Andreasen, fekk reytt kort fyri at brúka seg.
Tøl, sum bolt.fo gjørdu upp fyri tvey tey fyrstu umførini, vístu longu, at talið av kortum í Betrideildini er hægri, enn tað vanligt er í byrjanini av kappingarárinum. Nú er so lagt afturat
Í sendingini í gjár varð eisini staðfest, at atburður sum man sá í Klaksvík - viðvíkjandi støðuni í horninum við Árna Frederiksberg og Meinhard Geyti og tá so Sigfríður Clementsen vísti longutong á báðum hondum móti dómarunum - ikki hoyrir heima til slíkar dystir.
Sendingin Fótbóltsprát frá í gjár kann hoyrast HER. Parturin har Oddbjørn Joensen og Tróndur Arge beinleiðis tosa um keðiliga tendensin byrjar 34.10. Fyrr í sendingini verið komið nærri inn á reyðu kortini hjá B68, har Oddbjørn Joensen vísir á, at spælararnir vísa ábyrgdarloysi og svíkja liðið við ljótu takklingunum/spørkunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald