Fótbóltur

Tikin í nossuni

Undarlig støða í 2-1 sigrinum hjá KÍ móti EB/Streymi sunnudagin. Árni Frederiksberg tók Meinhard Debes Geyti í nossuni.

Her sæst nógv umrødda hendingin millum EB/Streymaleikarin og Árna Frederiksberg (Skíggjamynd: Kvf.fo)

Her sæst nógv umrødda hendingin millum EB/Streymaleikarin og Árna Frederiksberg (Skíggjamynd: Kvf.fo)

2025-03-31 22:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein undarlig støða frá 2-1 sigrinum hjá KÍ móti EB/Streym hevur fingið nógva umrøðu síðan dystin í gjár seinnapartin.

Støðan hevði tvey reyð kort við sær, og hendi langt úti í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat.

Sambært upptøkunum er greitt, at Árni Frederiksberg tekur í steinarnar á EB/Streymaleikaran, Meinhard Debes Geyti.

Eftir hetta sparkar Meinhard Debes Geyti beinini undan Árna Frederiksberg og dómarin hevur tí ongan annan møguleika enn at geva reytt kort.

[object Object](Skíggjamynd: Kvf.fo)

Omaná hetta fekk venjarin Sigfríður Clementsen eisini reytt kort fyri kjaftaslit og ósømiligan atburð.

3-2 visti í kvøld at siga, at EB/Streymur hevur sent FSF-umsitingini skriv um hendingina. FSF skal nú gera av, um málið skal takast upp til viðgerar ella ikki.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder