
Síðst í feburar vóru Føroyar á ferð til fyrstu uppgávurnar í 2025 útgávuni av Nations League.
Eftir 3-0 tapið í Slovakia fóru føroysku kvinnurnar til Gibraltar og vunnu 1-0.
Heidi Sevdal skoraði sigursmálið og er hon aftur hesaferð royndasti spælarin í føroyska hópinum.
Hópurin til heimadystirnar móti Moldova og Gibraltar
Rúna Jacobsen, HB
Fridrikka Maria Klementsen, HB
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Malena Olsen, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Julia Naomi Mortensen, NSÍ
Sara Samson Lamhauge, NSÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Eyðgerð Berg, víkingur
Jensa Tórolvsdóttir, Víkingur
Anna Katrina Mikkelsen, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Anna Brændstrup, HB Køge (Danmark)
Petra Hoydal, AaB (Danmark)
3. umfar - fríggjadagin 4. apríl klokkan 17 á Tórsvølli
Føroyar - Moldova
4. umfar - týsdagin 8. apríl klokkan 17 á Tórsvølli
Føroyar - Gibraltar
Tað er bert ein broyting í hópinum, sum Pætur Smith Clementsen og Jacoba Langgaard hava tikið út. Í mun til dystirnar í februar er málverjin Eyðgerð Berg úr Víkingi komin í hópin sum avloysari hjá Valborg Østerø.
Fyriuttan tríggjar, spæla allar tjúgu í hópinum í Føroyum. Betrideildin byrjaði 19. mars, og eftir trý umfør er nú landsliðssteðgur.
Føroyski hópurin fyrireikar seg hesa vikuna í høvuðsstaðnum til uppgávuna. Talan er um umráðandi dyst í bólkinum.
Moldova vann eisini tepurt á Gibraltar og tapti móti Slovakia í fyrstu umførunum, Harvið hava bæði liðini trý stig undan dystinum í 3. umfari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald