Hondbóltur

Rakul Wardum besti málverji í umfarinum

Landsliðsmálverjin vald á "vikuliðið" í bestu donsku deildini saman við Henny Reistad og øðrum. Rakul og Ringkøbing spæla týðandi dyst í Aalborg í kvøld klokkan 19 - hann sæst á TV2 Sport.

Rakul Wardum persónligan heiður at fegnast um eftir nógvar bjargingar. Í næstu viku eru avgerandi dystir á skránni við landsliðnum - í kvøld er sjónvarpsdystur og týðandi dystur í botnstríðnum í Danmark (Mynd: Andrei Antal/HSF)

Rakul Wardum persónligan heiður at fegnast um eftir nógvar bjargingar. Í næstu viku eru avgerandi dystir á skránni við landsliðnum - í kvøld er sjónvarpsdystur og týðandi dystur í botnstríðnum í Danmark (Mynd: Andrei Antal/HSF)

2025-04-01 09:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri sítt avrik í dystinum móti oddaliðnum Odense mikukvøldið varð Rakul Wardum heiðrað. Føroyski landsliðsmálverjin varð kosin dagsins spælari í Ringkøbing - nú hevur hon fingið uppaftur størri heiður.

Sí eisini: Rakul Wardum dagsins spælari móti oddaliðnum

Dansk Tophåndbold kjósar hvørja viku "Rundens Hold". Fyri 24. umfar í Kvindeligaen var Rakul Wardum málverjin.

[object Object]
Stóra avrikið hjá føroyinginum í serliga 2. hálvleiki í umfarinum fær viðurkenning. Sum sæst er millum annað heimsins besti hondbóltsspælari, Henny Reistad, eisini á vikuliðnum (Skýggjamynd: tophaandbold.dk)

Hetta var eftir 16 bjargingar móti liðnum við fullum stigatali. Avrikið í 2. hálvleiki, har Rakul bjargaði heili 67 prosent av skotunum, sum komu á málið, var við at fáa Ringkøbing heilt inn í dystin aftur.

Tað endaði við 34-30 tapi, men í eitt tíðarskeið á 17 og ein hálvan minutt skoraðu heimstjørnurnar á hinum liðum samanlagt bert tvey mál móti 22-ára gomlu havnarkvinnuni. 

[object Object]Rakul Wardum hevur longt sáttmálan við Ringkøbing, har hon til tíðir hevur stóran leiklut (Mynd: Sverri Egholm)

Týðandi uppgerð í botninum í kvøld

Ringkøbing roynir at vinna seg longur burtur frá niðurflytinginarplássinum. Liðið hjá Rakul er nummar 10 av 14 í løtuni

Í kvøld er næstseinasta umfar í grundspælinum. Ringkøbing vitjar í Aalborg - ella í Nørresundby. EH Aalborg hevur 10 stig og er javnsett í stigum við Skanderborg (liðið hjá Súnu K. Hansen), sum er aftast og á einasta beinleiðis niðurflytingarplássinum.

Harvið hevur dysturin stóran týdning, og talan er eisini um ein sjónvarpsdyst. Hann sæst á TV2 Sport og TV2 Play klokkan 19 føroyska tíð. 

Spurningurin er so, hvønn leiklut Rakul Wardum fær í kvøld. Seinast spældi hon allan dystin. EH Aalborg hevur eisini føroyskan landsliðsmálverja í hópinum, men Annika Fríðheim Petersen spælir ikki tí hon er við barn. Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen er eisini í Aalborg, men føroyski landsliðsvongurin hevur ikki verið í hópinum seinastu ferðirnar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder