Fótbóltur

Áki Samuelsen spælt sín fyrsta kappingardyst í Noreg

Spældi 80 minuttir tá Ranheim í gjár tapti 3-0 fyri Lyn á heimavølli í næstbestu norsku deildini.

Ranheim keypti Áka Samuelsen úr HB í vetur (Mynd: Ranheim)

Ranheim keypti Áka Samuelsen úr HB í vetur (Mynd: Ranheim)

2025-04-01 16:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár fór OBOS-ligaen 2025 av bakkastokki. Sum oftast seinastu árini hava fleiri føroyskir spælarar verið at sæð í deildini, men í 2025 er bert ein.

Talan er um Áka Samuelsen, sum HB í vetur seldi til Noregs: Til felagið Ranheim úr Trondheim.

[object Object]
Seinasti dystur hjá Áka Samuelsen fyribils í HB var steypafinalan í november, sum endaði við sigri á B36 eftir brotssparkskapping

20-ára gamli vongurin hevur spælt venjingardystir í langa uppstartinum, og tá kappingarárið í gjár byrjaði, byrjaði Áki inni á vinstra vongi í 4-3-3 leikskipan.

Kviki havnarmaðurin spældi 80 minuttir - síðani varð hann útskiftur. Tá var støðan 3-0 til gestirnar úr Oslo, og tað endaði eisini 3-0 til Lyn. Gamla stórfelagið var skarpari á degnum.

Ikki tann byrjanin sum Ranheim skuldi hava, men persónligt er tað jaligt fyri Áka Samuelsen, at hann fær álit frá byrjan. 

Næsta uppgáva hjá Ranheim er Moss á útivølli leygardagin seinnapartin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder