Fótbóltur

Liðið hjá Mikkjali avgjørdi í yvirtíðini

Tað varð sum í so mongum dystum í fjør hjá føroyska venjaranum, tá fyrsti Allsvenskan-dysturin hjá AIK varð spældur í gjár: Eitt sigursmál seint í dystinum.

Mikkjal Thomassen kundi at enda fegnast í gjár, tá AIK vann á útivølli í fyrstu uppgávuni í Allsvenskan

Mikkjal Thomassen kundi at enda fegnast í gjár, tá AIK vann á útivølli í fyrstu uppgávuni í Allsvenskan

2025-04-01 08:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir ein langan uppstart hevði AIK Stokkhólm sín fyrsta landskappingardyst á skránni í gjárkvøldið.

Dysturin var í Göteborg, har GAIS tók ímóti. Hetta var fyrsta liðið, sum Mikkjal Thomassen spældi ímóti sum AIK-venjari í juli 2024. Tá endaði tað 2-0 til GAIS, stutt seinni vann GAIS 1-0 í høvuðsstaðnum, men hesaferð koppaði tað til liðið hjá Mikkjali.

Talan var um ein dyst, sum var rættiliga javnur, og avgerðin fall ikki fyrrenn í yvirtíðini.

Tað var í 92' minutti, at innskifti Bersant Celina var á rætta staðnum og gav útiáskoðarunum nakað at fegnast um við sínum stútara.

[object Object]Miðvallarin úr Kosovo fegnast við at lata seg úr blusuni (Mynd: AIK)

AIK vann fleiri dystir á líknandi hátt í seinnu hálvu í fjør, tá liðið hjá Mikkjali Thomassen fleiri ferðir avgjørdi í seinastu løtu.

Umráðandi hjá AIK at fáa slíka byrjan. Serliga eftir at liðið fyri einum mánaði síðani varð sligið út av svensku steypakappingini í bólkaspælinum.

Sí eisini: AIK er longu úti av steypakappingini 

Næsta uppgávan hjá 49-ára gamla føroyska venjaranum og hansara monnum verður á heimavølli móti IFK Norrköping. Hetta verür sunnudagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder