
- Um Víkingur hevði heintað nakrar spælarar í summar, so høvdu teir vunnið á bæði liðnum úr Gibraltar og á Linfield.
Soleiðis segði Oddbjørn Joensen í útgávuni á Fótbóltsprát í Kringvarpinum hesa vikuna.
Hetta var partur av kjakinum, sum stóð millum venjaran og viðmerkjaran einumegin og ítróttarjournalistinum Tróndi Arge hinumegin - har verturin Tróndur Vatnhamar meira var á síðuni hjá Oddbirni.
Eitt framhald av seinastu viku, tá vælumtókta sendingin byrjaði aftur við glóðheitinum kjakið um leistin - "strategiina" - hjá Víkingi.
Sí eisini: Viðmerkjarar eru rúkandi ósamdir um Víking
Tróndur Arge er av tí fatan, at Víkingur í allarstørstan mun skal halda fast í verandi leistinum, hóast man er langt frá FM og úti av Evropa: At fyrst og fremst seta egnar spælarar til.
Oddbjørn Joensen staðfestir, at hann hevur virðing fyri strategiini í Sarpugerði, men at eftir hansara tykki skuldi felagið gjørt størri íløgur í hópin, og at tað ikki er ein nóg høgur málsetningur hjá Víkingi at " bara kappast um at røkka Evropa".
Víkingur tapti báðar sínar evropeisku uppgerðir í sumamr , men er í steypafinaluni. Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen er á 4. plássi, sum kann tryggja Evropa næsta ár - fimm stig eru niður til B36.
Linfield var omaná í Belfast síðsta hóskvøld og sendi Víking út av Conference League (Mynd: Sverri Egholm)
Umframt støðuna í Víkingi viðgjørdi teir í Fótbóltspráti serliga botnstríðið í Betrideildini, sum sær spennandi út. Har sær tað heldur svart út hjá 07 Vestur, og staðfestingin er, at ein sigur móti TB leygardagin so at siga er eitt krav.
Landsliðsmiðverjin Andrias Edmundsson fekk eisini eitt væluppiborið "shout-out" og nakað av viðgerð fyri hansara flottu avrik í Póllandi. Hann spælir fulla tíð hvønn dyst hjá oddaliðnum í fremstu deildini har.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald