
Fótboltsprát er ein av best umtóktu sendingunum hjá Kringvarpinum, og mánadagin klokkan 13 var hon aftur eftir steðg í fýra vikur.
Hetta gekk ikki friðarliga fyri seg.
Sum í sambandi við onnur evni, millum annað manslandsliðið fyri einari tíð síðani, vóru tað í stóran mun vertirnir Tróndur Vatnhamar og Oddbjørn Joensen móti Tróndi Arge.
Í hesum førinum var evni Víkingur, sum ikki stóð seg væl í Champions League fyrr í summar.
Oddbjørn vísti á, at føroyameistararnir burdu styrkt hópin áðrenn hesa kappingina og veruliga fara eftir evropeiska møguleikanum. Vatnhamar var sum so við í hesum, meðan Arge peikaði á, at hetta ikki er í tráð við strategiina hjá Víkingi.
Síðani helt tað á í hesum sporinum í umleið tjúgu minuttir - onkutíð fór tað kanska eitt sindur av sporinum - har nøkur áhugaverd punkt vórðu tikin fram.
Hoyr sendingina her - Fyrstu 22 minuttirnar snúgva seg um Víking, meðan onnur evropeisk avrik og 18. umfar í Betrideildini vóru viðgjørd
Munurin millum framferðarháttin hjá KÍ og Víking varð tikin fram. Hesi bæði hava stórar evropeiskar uppgávur á útivølli í morgin, hósdagin. Tey skulu royna at spæla seg víðari til play-off umfari í Conference League
Conference League 3. umfar, seinnu dystirnir
Hósdagin 14. august
19.00: Neman Grodno (BLR) - KÍ 0-2 (Spældur í Ungarn)
19.45: Linfield (NÍR) - Víkingur 1-2
Talan er um føroyskar tíðir
Sí eisini: Bæði KÍ og Víkingur hava eina leiðslu við í viðførinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald