Fótbóltur

Bæði KÍ og Víkingur hava eina leiðslu við í viðførinum í kvøld

Tað er ferðadagur hjá føroysku feløgunum, sum hóskvøldið skulu spæla seinna dystin í 3. umfari í Conference League.

Víkingur vann 2-1 í fyrra dystinum móti Linfield, sum var á Tórsvølli hóskvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Víkingur vann 2-1 í fyrra dystinum móti Linfield, sum var á Tórsvølli hóskvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

2025-08-11 14:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir evropeisku sigrarnar á Tórsvølli í síðstu viku avgreiddu KÍ og Víkingur sínar heimligu uppgávur í vikuskiftinum ógvuliga væl.

Les eisini: Als eingir evropeiskir timburmenn hjá KÍ á Sumamrfestivalinum

Sí eisini: Evropeisk Víkinga-veitsla: Basti B36 við ungum liði

Sigrarnir í 18. umfari eru eitt. Nú bíða størri uppgávur hjá føroyameistarunum í fjør og teimum, sum við stórum sannlíkindi verða meistarar í ár.

Conference League 3. umfar, seinnu dystirnir
Hósdagin 14. august

19.00: Neman Grodno (BLR) - KÍ 0-2 (Spældur í Ungarn)

19.45: Linfield (NÍR) - Víkingur 1-2

Talan er um føroyskar tíðir

Ætlanin er, at gera arbeiði liðugt. KÍ hevur heilt góðar fyritreytir men skal syrgja fyri ikki at snáva móti helst svongu hvítarussunum í hitanum.

Víkingur hevur eina á pappírinum truplari uppgávu. Linfield er eitt sterkt lið á egnum grasi á Windsor Park og vísti á Tórsvølli, at liðið hevur dygdirnar at kroysta víkingarnar.

[object Object]
KÍ hevur ein fyrimun á tvey mál undan seinna dystinum - liðið hjá Magnusi Powell hevur bert latið eitt mál inn í Evropa í summar

Ferðast í kvøld
Føroysku ferðalagini fara avstað í góðari tíð.

KÍ-hópurin fer við rutuni til Keypmannahavnar í kvøld. Gist verður í Kastrup í kvøld, áðrenn farið verður víðari til Ungarn týsdagin.

Seinni í kvøld fara víkingarnir við leiguflogfari til Belfast. Umleið 40 Víkinga-fjeppararar væntast at fara við.

Portalurin og FM1 vera við á ferðini til Norðurírlands.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder