Fótbóltur

KÍ hevur hildið málið reint fýra evropeiskar dystir á rað

Tað eru beint yvir 400 leikminuttir, umframt yvirtíð, farnir, síðani SJK skoraði uppá eitt langskot móti KÍ. Hetta er einasta málið, sum teir kongabláu higartil hava latið inn í Evropa í summar.

Tað er torført at ímynda sær, at Deni Pavlovic og hinir brádliga fara at lata nógv mál inn í seinna dystinum móti Neman Grodno. Serbin í Klaksvík hevur staðið ógvuliga sterkur í myndini í evropeisku dystunum í summar (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er torført at ímynda sær, at Deni Pavlovic og hinir brádliga fara at lata nógv mál inn í seinna dystinum móti Neman Grodno. Serbin í Klaksvík hevur staðið ógvuliga sterkur í myndini í evropeisku dystunum í summar (Mynd: Sverri Egholm)

2025-08-07 15:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Haha, nei. Eg trúgvi, tað er øðiliga óbehagiligt at spæla ímóti. Teir rudda alt, sum kemur ímóti teimum og eru sterkir ein ímóti einum, til rennidystir og alt tað.

Hetta segði Páll Klettskarð, tá vit spurdu KÍ-framherjan um verjupartin hjá KÍ, og um hann hevði tíma væl at spælt móti verju sínari. Hetta var eftir enn eitt "cleen sheet": Neman Grodno fekk bert eitt skot á KÍ-málið á Tórsvølli hóskvøldið, og hetta loftaði Sebastian John lættliga. 

Sí eisini: Páll: - Eg hevði ikki vilja spælt ímóti okkara verju

Páll er sjálvur "fyrsti" verjuspælari hjá KÍ. Áleyparin arbeiðir, eins og teir fýra miðvallararnir aftanfyri, knallhart uttan bólt, og hetta hjálpir nógv í verjupartinum.

Við fimm sterkum, dugnaligum og hugsavnaðum verjuspælarum í verjuketuni, kann tað vera trupult at skora móti einum liði. Hetta hava SJK Seinajoki úr Finnlandi, Radnicki 1923 úr Serbia og Neman Grodno úr Hvítarusslandi muga sanna seinastu vikurnar.

Jóannes Kalsø Danielsen og René Shaki Joensen hava sjálvdan verið í stórum trupulleikum á vongbakkum, og teir koma eisini við sínum frameftir - tað sást hóskvøldið.

Í teimum fýra dystunum við reinum máli hava Odmar Færø, Deni Pavlovic og Gaston Telechea so at siga ikki gjørt mistøk. Teir eru sterkir, skjótir, ágangandi og djarvir og vinna allarflestu nærdystirnar. 

Sí eisini:
Evropeiski dystur nummar 50 hjá Odmari Færø
Serbin á KÍ-liðnum: - Havi altíð kent meg sum heima her

[object Object]René Shaki Joensen hevur aftur spælt nakrar frálíkar og nærum feilfríar evropeiskar dystir á vinstra vongbakki - hann skoraði eisini á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Gaston Nicholas Telechea er avgjørt ein av bestu útlendsku verjuspælarunum, sum er komin til Føroya seinastu árini. Argentinin hevur so at siga ikki sett ein fót skeivan í teimum seinastu evropeisku dystunum (Mynd: Sverri Egholm)

Magnus Powell staðfesti eftir dystin hósdagin, at KÍ ikki avgreiddi tingini nóg væl við bólti í 2. hálvleiki. Tó var liðið aftur ógvuliga støðufast, og tað rósti venjarin her: Powell: - Vit vóru støðurfastir - men heldur óskarpir við bólti

Yvvir 400 minuttir uttan mál ímóti

Gilli Rólantsson Sørensen hevur eisini spælt nakað í miðverjuni. Tvøramaðurin átti eitt stórt mistak í fyrsta dystinum, sum var í Finnlandi, tá hann byrjaði inni heldur enn Deni Pavlovic sum tann mittasti í miðverjuni. Hetta kostaði tó ikki - tað var eitt langskot í Seinajoki, sum higartil er einasta evropeiska málið móti KÍ í ár. 

Gilli hevði tó nakrar góðar verjustøður í Serbia, tá hann kom inn í nógva hitanum. Tað var júst í 2. hálvleiki í 2. umfari, at KÍ var mest kroyst higartil. Tá burdi Radnicki skorað eitt ella tvey mál, men annars hevur tað verið tungt at skapa nakað móti KÍ í Evropa.

Radnicki hevði ein stóran møguleika í Klaksvík, har Sebastian John stórbjargaði. Danski málverjin avloysti landsmannin Mark Jensen í seinna dystinum í 1. umfari, tá síðstnevndi fekk heilaskálvta. John er komin inn uttan himpr. Tað er ikki altíð, at hann hevur so nógv at gera, men málvejrin avgreiðir innlegsstøður og annað sum heild sannførandi.

Sí eisini: Sebastian John: - Hetta er tí eg eri her

Tað munnu vera fleiri málverjar, sum øvunda honum: At standa aftanfyri slíkan verjupart er ikki so galið. KÍ hevur nú hildið málið reint í níggju av tíggju hálvleikum í Evropa í ár og fimm av seks dystum.

Hetta eru teir seinastu fýra og teir seinastu 403 minuttirnir, umframt yvirtíð. Harvið bendir lítið á Neman Grodno á uttanveltaðum vøll í Ungarn vendir 2-0. KÍ skal hósdagin um eina viku royna at gera arbeiði í 3. umfari liðugt við at halda góðu gongdini.

Sí eisini: Her eru málini hjá KÍ í triðja evropeiska heimasigrinum - allir uttan at hava latið mál inn

[object Object]
Odmar Færø hevur spælt nakrar frálíkar dystir í summar. Í 2023 helt KÍ málið reint tríggjar teir fyrstu evropeisku dystirnar - móti sterkari mótstøðu. Í 2025 sær tað eisini ógvuliga sannførandi út í verjuni (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder