
Fyri einari viku síðani spældi Deni Pavlovic sín evropeiska dyst nummar 44 fyri KÍ. Fryntligi serbin kom til KÍ og Klaksvíkar tíðliga í 2018 og hevur síðani verið við at vunnið fýra FM við felagnum. Eisini hava nógvar stórar løtur verið í Evropa, men hansara evropeiski dystur nummar 44, sambært FaroeSoccer, var tann fyrsti í heimlandinum.
Deni er føddur í Beograd, og tá KÍ-hópurin kom til serbiska høvuðsstaðin týsdagin í síðstu viku í sambandi við 2. umfar í Conference League, tóku foreldur hansara ímóti.
Deni Pavlovic fær klemm frá mammu síni á flogvøllinum í Beograd (Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag)
- Tað verður ikki so lætt sum teir halda - stóra virðing fyri okkara fjepparum
Eftir málleysa javnleikin millum Radnicki og KÍ hava serbisku miðlarnir skriva og sagt eitt sindur. Teir, og spælararnir á serbiska liðnum, hava góðar vónir til útiliðið í Klaksvík í kvøld, men Deni minnir á, at dysturin nú verður í umstøðum, sum hóska betri til KÍ.
- Serbisku miðlarnir rósa KÍ. Teir staðfesta, at vit megnaðu at fáa áleið tað burturúr, sum vit ætlaðu í fyrra dystinum. Teir hjá heimaliðnum vóru ikki nøgdir við 1. hálvleik men betri nøgdir við 2. hálvleik og halda, at um teir spæla soleiðis har, so kemur mann víðari...men tað verður ikki so lætt, sum teir halda. Hetta verður í kendu umstøðunum hjá KÍ, og vit trúgva uppá tað og uppá hvønn annan.
KÍ er javnan komið víðari í Evropa seinastu árini - Radnicki hevur bert tríggjar evropeiskar dystir og onga víðari luttøku á baki.
Deni Pavlovic í Champions League-dysti móti Häcken í 2023. KÍ spældi seg tá víðari móti svenska meistaraliðnum og endaði í einum bólkaspæli - deildarspæl er eitt mál hjá KÍ í ár (Mynd: Sverri Egholm)
Við Portalin sigur miðverjin/verjukendi miðvallarin hjá KÍ, at honum dámdi væl at spæla í Serbia aftur, hóast tað var ógvuliga heitt: - Tað var serstakt, og nógvir lívliigir áskoðarar vóru til dystin. Tað dámar mær at spæla fyri.
Í kvøld sleppur Deni Pavlovic at spæla frammanfyri fullsettari Djúpumýru: Øll 1.600 plássini eru farin, og eftir venjingina í gjár, staðfesti sterki serbin, at hann gleðir seg at geva aftur - og vónandi skora sítt 7. evropeiska mál fyri KÍ
- Eg havi stóra virðing fyri okkara fjepparum, sum geva okkum so nógv. Eg royni altíð at geva teimum aftur - millum annað við at vinna meistaraheitir og her í evropeiskum dystum. Eg fari at geva alt á vøllinum aftur í morgin, og tá vit skora frammanfyri okkara fjøld er tað ein faktastisk kensla...tað er tað besta hjá okkum fótbóltsspælarum at fegnast í hasi sekundini; tað hevði verið ein stór løta, um eg skoraði aftur í Evropa, staðfestir serbin í Klaksvík smílandi.
- Eg havi stóra virðing fyri okkara fjepparum, sum geva okkum so nógv. Eg royni altíð at geva teimum aftur
Til heimadystin móti SJK fyri tveimum vikum síðani (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: KÍ-liðformaðurin: - Hetta eru teir dystirnir vit minnast
Kennir seg væl á sterkum KÍ-liði: - Er sum ein familja
Deni Pavlovic hevur spælt á nógvum góðum KÍ-liðum seinastu árini. Hann vil ikki siga, um hetta er tað sterkasta higartil, men ósigraða liðið hjá Magnusi Powell hevur nakað serstakt, staðfestir hann fyri Portalinum.
- Vit hava altíð ein góðan hóp. Vit avrika væl, og her eru nakrir góðir menn. Vit hava stóra virðing fyri hvørjum øðrum og vilja stríðast fyri hvønn annan. Tað er eitt sindur sum ein familja.
Deni er farin at duga betri og betri føroyskt - tó tóku vit hetta prátið á enskum. Men hann nikkaði, tá vit spurdu hann, um hann ikki mátti kenna seg eitt sindur heima nú.
- Jú, eg merki tað sum, at eg hoyri til her. Frá byrjan havi eg verið væl móttikin í felagnum og í býnum, og fólk eru ógvuliga fitt. Tí vil eg eisini geva aftur, sigur "serbiski klaksvíkingurin" at enda við Portalin.
Savnsmynd: Sverri Egholm
Deni Pavlovic fær møguleikan aftur í kvøld, har hann helst verður at síggja í miðverjuni. KÍ tekur ímóti Radnicki klokkan 19.45 og skal vinna fyri at koma víðari til 3. umfar í Conference League. Vit fylgja gongdini alt kvøldið
UEFA Europa Conference League
Í kvøld, hósdagin 31. juli
19.45: KÍ - Radnicki (0-0)
Stroyming: KÍ-Varpið
Til ber at fylgja við ovast á Portalinum og í okkara beinleiðis bloggi. FM1 sendir eisini frá dystinum.
Sambært atgongumerki.fo eru ongi atgongumerki eftir til dystin, og 1.600 áskoðarar væntast til evropeiska brakið í kvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald