Fótbóltur

Evropeiski dystur nummar 50 hjá Odmari Færø

Sterki KÍ-verjuspælarin, ið aftur spældi ein frálíkan dyst í gjár, er fyrsti føroyski mannligi spælari, ið kemur á nummar hálvthundrað í Evroåa. Nummar 51 hjá Odmari verður longu týskvøldið, har verjuparturin hjá KÍ skal avrika aftur á Tórsvølli.

Odmar Færø fegnast saman við soninum eftir sigrinum á serbiska Radnicki í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Odmar Færø fegnast saman við soninum eftir sigrinum á serbiska Radnicki í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

2025-08-01 17:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Triðja dystin á rað helt KÍ málið reint. 

Í fýra evropeiskum dystum í summar hevur liðið bert latið hjá Magnusi Powell bert latið eitt mál inn. Talan var um langskot í fyrsta dystinum í Finnlandi.

Uppskriftin er ein ógvuliga sterk verjueind í 5-4-1 leikskipanini; tað eru spælarar, ið arbeiða gróthart og rætt og vit hvat skal til.

Tað byrjar frá fremsta manni, Pálli Kletsskarð, til rennisterkan og royndina miðvøll og til aftasta mann. Síðani Mark Jensen noyddist út við heilaskjálvta í heimadystin móti SJK í 1. umfari

Sí eisini: Sebastian John: - Hetta er tí eg eri her

So er tað verjuketan: Landsliðsspælararnir Jóannes Kalsø Danielsen og René Shaki Joensen sum við snildni, ferð og treiskni eru ein marra fyri vegnur - serliga stóð Shaki sterkur í myndini aftur í avgeranddi dystinum í 2. umfari.

Teir tríggir miðverjarnir gera so at siga heldur ikki mistøk. Deni Pavlovic hevur víst tað fyrr, og kom hann fyri so at siga alt mitt fyri móti serbisku mótstøðuni í gjár. Argentinski Gaston Telechea hevur verið ein sannur fongur við sannførandi og ágangandi spæli, og Odmar Færø vísir, hví KÍ saknaði hann í fyrru hálvu í fjør.

Sí eisini: Serbin á KÍ-liðnum: - Havi altíð kent meg sum heima her

[object Object]"Deni eigur Serbia, sungu KÍ-fjepparar" eftir haðrvunna og góða sigurin í gjár. Serbin vísti veruliga styrki móti mótstøðuliðnum úr heimlandinum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Gastón Nicholas Telechea hevur spælt sum tann vinstri av trimum miðverjum í Evropa. Tað tykiskt ikki at vera serliga stuttligt at spæla móti argentinanum, Odmari Færø og hinum (Mynd: Sverri Egholm) 

UEFA Europa Conference League
Í gjár, hósdagin 31. juli
KÍ - FK Radnicki 1923 (1-0)  - Samanlagt 1-0

Sí eisini: KÍ ger tað enn einaferð - víðari til 3 umfar

35-ára gamli miðverjin við 50 evropeiskum dystum

Tá KÍ vann 1-0 samanlagt í 2. umfari stóð Odmar Færø aftur sterkur í myndini. 35-ára gamli miðverjin hevur sum heild havt eitt frálíkt kappingárar; skaðafríur, sterkur og við fáum mistøkum.

Í gjár vann nummar 22 nógvar nærdystir móti teimum hjá Radnicki, og Odmar kundi aftaná fegnast.

- Vit eru øðiliga fokuseraðir og uppsettir. Tað er ikki altíð tað penasta fótbóltsspælið, men vit standa saman og vísa styrki.

Hetta segði verjuspælarin, ið er á sætta árið í KÍ, við FM1 - samrøðan kann hoyrast frá 4.37 í samandráttinum frá kvøldinum.

[object Object]
Odmar Færø er nær við at skora - í egna brotsteigi vardi maðurin við reyða skegginum ógvuliga væl fyri saman við liðfeløgunum (Mynd: Sverri Egholm)

Odmar Færø staðfesti eisini, at hann ikki hevði gáa um, at hetta var hansara evropeiski dystur nummar 50.

Hann er fyrsti mannligi spælarin, ið er komin upp á hálvthundrað slíkar dystir. 

Malena Josephsen og Rannvá Biskopstø Andreasen spældi ávíkavist 54 og 56 Champions League-dystir fyri krútsterka KÍ-liðið frá fyrst í 00 unum. Rannvá e rmest skorandi føroyski spælarin í Evropa við 16 málum - hjá monnum er tað Árni Frederiksberg við 14 málum.

Fleiri liðfelagir hjá Odmari hava eisini nógvar evropeiskar dystir. Millum annað hevur Árni Frederiksberg nú 48 dystir, og bæði Deni Pavlovic og Jóannes Kalsø Danielsen hava nú báðir 45 dystir.

Hoyr samandrátt úr Klaksvík og samrøður við Odmar og Jóannes her

KÍ skal týsdagin spæla fyrra dystin í 3. umfari í Conference League. Hetta á Tórsvølli, av tí at bert Tórsvøllur er góðkendur til Q3. Dysturin 5. august verður ímóti hvítarussiska Neman  bryjar klokkan 19.45

Les meira her: KÍ spælir fyrra dystin týskvøldið á Tórsvølli

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder