
Tað var ógvuliga góður stuðul til KÍ í Klaksvík í kvøld, tá liðið hjá Magnusi Powell við 1-0 sigri og sterkum avriki aftur spældi seg víðari í Evropa.
Teir kongabláu noyðast til Havnar at spæla næsta evropeiska dystin.
Hetta er tí, at í "Q3" - 3. umfari í evropeisku undankappingunum -er tað bert Tórsvøllur av føroysku leikvallunum, sum er góðkendur.
Hornaspark frá Árna Frederksberg og stútari frá Pálli Klettskarð; einasta málið í uppgerðini. KÍ arbeiddu gróthart víðari og komu aftur víðari (Mynd: Sverri Egholm)
Víkingur hósvkøldið - KÍ týskvøldið móti liðið úr Hvítarusslandi
Víkingur er eisini við í 3. umfari, eftir at føroyameistararnir fóru út úr Champions League og við lutakasti komu víðari frá 2. umfari í Conference League.
Víkingur spælir móti Linfield hóskvøldið 7. august, og KÍ skal spæla týskvøldið - ein heilur dagur skal vera ímillum slíkar dystir á sama leikvølli.
Sum skilst byrjar KÍ - Neman Grodno klokkan 19.45 týskvøldið. KÍ fer skjótt at seta atgongumerki til sølu.
Neman Grodno er úr Hvítarusslandi. Liðið hevur felt mótstøðu úr Armenia, trygt, og nú Slovakia við smølum sigri. Tað, sum er heldur serstakt við Neman er, at liðið spælir sínar evropeisku heimadystir í Ungarn. Hetta tí at lið úr Hvítarussland ikki sleppa at á heimavølli vegna teirra støðu í krígnum millum Russland og Ukraina.
EB/Streymur - KÍ er útsettur
Av tí at KÍ longu skal spæla evropeiskan dyst aftur týskvøldi, verður dysturin móri EB/Streymi í Betrideildini fluttur til einaferð í september.
Hetta hevur FSF "lagt upp fyri" og kunna feløgini um áðrenn. EB/Streymur og KÍ skuldu annars spæla sunnudagin 3. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald