Fótbóltur

KÍ ger tað enn einaferð: Víðari til triðja umfar

Við 1-0 sigri á heimavølli í kvøld og samanløgdum 1-0 sigri á FK Radnicki 1923, er KÍ víðari til triðja umfar.

Enn einaferð var tað nummar sjey og nummar níggju, sum tryggjaðu KÍ søtan sigur. (Mynd: Sverri Egholm)

Enn einaferð var tað nummar sjey og nummar níggju, sum tryggjaðu KÍ søtan sigur. (Mynd: Sverri Egholm)

2025-07-31 21:58 Author image
Áron Vest
placeholder

KÍ legði hart fyri, við fleiri vandamiklum umstillingum. Nakrir støðgir vóru í spælinum, har KÍ gjarna hevði sæð, at teir fingu fríspark, men dagsins dómari, 34 ára gamli Roman Jitari úr Moldova, lat ikki við seg koma.

Fyrstu 10 minuttir vóru ikki uttan álopsspæl, men uttan veruligar málmøguleikar. Eitt horna var til gestirnar í 10. minutti, uttan nakað spurdist burturúr, uttan eitt fríspark til málverja hjá gestunum úr Serbia. Fáar minuttir seinni fingu gestirnir skot á mál, men til fánýtis. Hornasparkið, ið kom eftirfylgjandi, spurdist heldur onki burturúr.

Longu innkastini frá Árna Frederiksberg vóru av sonnum vápn í arsenalinum hjá KÍ, hóast 7’arin við tí gylta vinstra beininum og longu innkastunum, vildi ynskt at meir kom burturúr. At síggja til vóru FK Radnicki 1923 ikki heilt ófyrireikaðir uppá tað. Teirra uppstillingar til deyðbóltsmøguleikarnir hjá KÍ vóru væl repiteraðar.

Útiliðið hevði nakrar møguleikar við deyðbóltum, millum annað við frísparki í 19. minutti, tá Milos Ristic legði ein djúpan bólt inn í brotsteigin, men enn einaferð til fánýtis.

Størsti málmøguleiki í fyrra hálvleiki var í 32. minutti, tá Radnick sleppur til innlegsstøðu úr vinstru, men ongin KÍ-verjuspælari avgreiðir støðuna, og Chiendu var nær við at fáa ordiligt skot á. Gjørdi hann tað, var 0-1 til útiliðið úr Serbia.

Tá 39 minuttir vóru spældir, kom forloysingin, sum heimaliðið hevði tørv á. Við hørðum og tekniskt væl útførdum hornasparki, legði Árni Frederiksberg ein góðan bólt til Páll Klettskarð, sum hegnisliga stútaði bóltin í málið. 1-0 til KÍ.

Beinanvegin í seinna hálvleiki tóktist leikgongdini vera tann sama.
Leikliga var KÍ greitt omaná, tó uttan at úrslitið avspeglaði tað. Eins og í fyrra hálvleiki, so var heimaliðið øgiliga tilvitað um at gagnnýta longu innkastini frá Árna Frederiksberg, men her tóktist útiliðið hava lisið uppá.

Eitt sindur av øking var í intensitetinum og málmøguleikarnir vóru fleiri. Tá einans sjey minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðin fingu serbar ein heldur tilvildarligan málmøguleiki, einar 10 metrar frá mállinjuni. KÍ málverjin, Sebastian John, leyp út og stórbjargaði í stórum stíli. Nakrar ferðir eftir hetta, tá serbar løgdu mest trýst á, var Sebastian John aftur í fullari longd og bjargaði bóltinum frá at fara í mál.

Sostatt skal KÍ spæla ímóti Neman Grodo úr Hvítarusslandi í triðja umfari í Conference League. Hetta merkir, at dysturin móti 07 Vestur í Betri deildini, sum skuldi verða spældur leygardagin, verður útsettur.

Fyrri dysturin verður á Tórsvølli týsdagin í næstu viku. Returdysturin verður helst spældur í Ungarn, har Neman Grodo úr Hvítarusslandi hevur sín vanliga heimavøll. 



Hjá KÍ vórðu hesir leikararnir innskiftir:
83' Mads Boe Mikkelsen (fyri Patrik Johannesen)
83' Daniel Johansen (fyri René Shaki Joensen)
90' Claes Kronberg (fyri Jóannes Kalsø Danielsen)

UEFA Europa Conference League
Í kvøld, hósdagin 31. juli
KÍ - FK Radnicki 1923 (1-0)  - Samanlagt 1-0

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder