
Fyrsti dystur í 18. umfari varð spældur í kvøld, Talan var um Summarfestivaldyst, og fyrsta dystin hjá KÍ í seinni hálvu, umframt tí fyrsta í ár millum tveir evropeiskar dystir.
Har var als eingin slingur í valsinum. Til tíðir beinleiðis hugnaðu KÍ'arnir sær móti ráðaleysu B68'arunum. Har var lítil og eingin stirðil í liðnum hjá Jákupi á Borg kvøld, og tað sá í løtum - serliga í 1. hálvleiki - út sum ein venjing hjá suverena oddaliðnum.
B68-venjarin viðurkendi í viðtalu við Pætur Nolsøe FM1, at hansara menn so gott sum vóru statistar á vøllinum í dag (frá 9.00 á leinkjuni beint omanfyri)
Í 5. minutti kom KÍ á odda við einum hørðum og beinraknum beinleiðis hornasparki hjá Árna Frederiksberg. 7'arin skoraði longu aftur fimm minuttir seinni, og um tað ikki var avgjørt tá, so var tað so eftir eitt korter, tá Filip Brattbakk smekkaði bóltin í netið aftanfyri Tórð Thomsen til 3-0.
Boom! Filip Brattbakk slapp at spæla 90 minuttir í kvøld - tíðliga í dystinum skoraði norðmaðurin til 3-0 (Myndir: Jens Kr. Vang)
Sí eisini myndir frá stórsigrinum hjá KÍ her
Tíggju minuttir seinni var B68 uppaftur meira passivt, tá Gaston Telechea økti eftir hornasparksstøðu. Argentinski verjuspælarin spældi saman við millum øðrum Pálli Klettskarð 90 minuttir, og Árni spældi í 83 minuttir. Annars spældi eingin av teimum, sum hevur spælt fast hesar fimm evropeiskar dystir hjá KÍ í summar, meira enn ein hálvleik. Deni Pavlovic, Odmar Færø og René Shaki Joensen vórðu fult og heilt spardir saman við Sebastian John.
Tað kann tykjast heldur undrunarvert, at nevndu álopsessini spældi so mikið nógv, tá so stórur munur var á degnum og so stutt er síðani Conference League-dystin týskvøldið. Árni og Páll plaga tó ikki at hava vøddaskaðar, og 7'arin staðfesti í samrøðu við FM1 eftir dystin, at hetta sær hann ikki sum nakran trupulleika.
- Tað er fríggjadagur í dag, og vit spæla ikki aftur fyrrenn hósdagin, um seks dagar. So um man ikki megnar at restitera til tá, so er okkurt galið við kroppinum.
Hoyr Árna Frederiksberg og Jákup á Borg seta orð á 7-0 dystin her
Evropeiski toppskjúttin hjá KÍ í ár (3 mál) spældi fullan dyst. Páll Klettskarð skoraði eitt mál (Mynd: Jens Kr. Vang)
Tað er kanska meira undrunarvert, at Mads Boe Mikkelsen og Claes Phillip Kronberg bert spældu ein hálvleik, og serliga at Dávid Biskopstø Andreasen ikki slapp uppí, fyrr enn ein tími var spældur, og støðan var 6-0. Lokali miðvallarin hevur víst seg væl fram í fleiri førum í ár og spældi ikki við 1. deild mikukvøldið; ei heldur hevur Dávid nakran evropeiskan minutt seinastu vikurnar.
Magnus Powell gjørdi tó í samrøðu við Portalin týskvøldið greitt, at landskappingin og FM hava hægstu raðfesting, og at man ikki fer at skifta út fyri at skifta út
- Allir vilja sjálvandi spæla, og nógvir hava uppiborið fleiri minuttir. Nakrar broytingar skulu gerast millum dystir, men vit skulu hugsa um landskappingina, um at spæla dystirnar rætt og vit í venjaratoyminum skulu taka skikkaðar avgerðir eftir umstøðunum.
Gilli Rólantsson Sørensen og Daniel Johansen spældu fullan dyst í verjuketuni, og síðstnevndi bæði skoraði og legði upp eftir steðgin. Mads Boe Mikkelsen fekk eisini eitt mál.
Daniel Johansen vísti sínar dygdir sum álopskendur vinstri bakkur í kvøld, nú talan gjørdist um 90 minuttir (Mynd: Jens Kr. Vang)
KÍ-hópurin skal mánakvøldið seta kósina móti fyrst Keypmannahavn og síðani Ungarn, har arbeiði í 3. umfari í Conference League skal gerast liðugt. Hetta verður við nøkrum flottum málum í meira sjálvsálitið í viðførinum.
B68 skal hugsa heilt øðrvísi og finna nakað annað fram eftir samanlagt 1-10 í tveimum dystum og veikum úttrykki eftir summarsteðgin. FC Suðuroy vitjar sunnudagin 17. august, og tá skulu stig í hús, fyri at tað ikki skal gerast ov "spenanndi" hjá toftamonnum seinasta triðingin.
Støðan í Betrideildini:
Hinir dystirnir í umfarinum verða spældir sunnudagin 8. august
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald