
Ari Olsen, Aron Jarnskor Ellingsgaard og Jákup Johansen byrjaðu á bonkinum og komu inn í 64. minutti. Sølvi Vatnhamar hevði leikbann, og Atli Gregersen varð spardur allan seinnapartin.
Hesar broytingar vóru, í mun til sigurin á Linfield á Tórsvølli hóskvøldið. Serliga tær seinastu tríggjar har koyrdu miðalaldurin hjá Víkingi niður: Hann var í dag 21,6 ár. Blaðungu Arnór Brandsson og Ingi Arngrímsson spældu frá byrjan móti B36, eins og ungi málverjin Hans Jákup Arngrímsson spældi sín fyrsta Betrideildardyst.
Hoyr millum annað Jóhan Petur Poulsen seta orð á liðið og avrikið í dag her
24-ára gamli Stefan Radosavljevic var næstelsti spælarin á liðnum - Arnbjørn Svensson var elsti maður og liðformaður. Jørgen Nielsen og Olaf Bárðarson (evropeiskt leikbann) eru føddir í 2003, og teir "áttu" fyrsta málið: Olaf rak væl í vinstru og fann áleyparan, sum annars hevur havt heldur torført við at skora í ár.
Løtu seinni burdu Jørgen og Víkingur fingið brotsspark, tí áleyparin varð feldur av Silasi Eyðsteinsson, tá hann var á veg framvið B36-málverjanum. Hvørki dómari ella hjálparvenjari sóu tó hetta.
Arnór Brandsson vísti seg væl fram á Víkinga-miðvøllinum, har hann millum annað hevði 19-ára gamla Árna Nóa Atlason at lena seg upp ímóti
Avgjørdu við góðum máli eftir steðgin
B36 hevði nakrar góðar støður í 1. hálvleiki, sum Víkingur tó fekk vart fyri. Men í 43. minutti misti Víkingur bóltin beint uttanfyri egna brotsteig. Teir í ljósabláum vildu hava fríspark, men Símun Sólheim legði lík í og legði høgt og hart innfyri. Tað snýtti Hans Jákup Arngrímsson, og bólturin sigldi í málið til 1-1.
So kundi man kanska trúð, at B36 fór at fáa veruligt tak á, men víkingarnar gjørdu av álvara bart í fyrsta korterið í 2. hálvleiki. Teir gjørdu trý mál.
Fyrst legði 18-ára gamli miðvallarin Arnór Brandsson ógvuliga væl innfyri, tá Víkingur hevði fríspark í høgru, og ein púra fríur Poul Kallsberg stútaði bóltin væl í málið til 2-1.
Poul, umframt Ragnar Skála og Ingi Johnardsson á bakkunum, vóru einastu útispælararnir, sum eins og hóskvøldið spældu fullan dyst í dag. Ragnar og Ingi áttu uppleggini til næstu tvey málini. Talan var um ógvuliga vælspæld mál, sum Jørgen Nielsen og Stefan Radosavljevic áttu seinasta fótin á.
Víkingur hevði fult tamarhald, og nógvir ungir mans vístu sínar dygdir í góðveðrinum.
Víkingur fimm stig frammanfyri B36
B36 var merkiliga tannleyst í 2. hálvleiki í Sarpugerði. Beint fyri steðgin misti liðið hjá Jákup Martini Joensen eina 2-0 leiðslu í yvirtali móti HB, á ólavsøku tapti B36 fyri TB og sjálvsálit og spæligleði síggja ikki út til at eyðkenna liðið.
Víkingur var skarpari og økti leiðsluna í stríðnum um 4. plássið. Hetta skal hava B36 hava fatur á, um evropeiskur fótbóltur skal á skránna aftur í 2026, men nú síðsti triðingurin er eftir, eru fimm stig á muni.
Víkingarnir skulu fyrst hugsa um seinna dystin í 3. umfari í Conference League. Hann verður spældur í Belfast hósdagin. Ferðalagið fer úr Føroyum í annaðkvøld - Portalurin og FM1 verða við á ferðini.
Betrideildin 18. umfar
Sunnudagin 10. august
Víkingur - B36 4-2 (1-1)
11' Jørgen Nielsen (Olaf Bárðarson) 1-0
43' Símun Sòlheim 1-1
46' Poul Kallsberg (Arnór Brandsson) 2-1
55' Jørgen Nielsen (Ragnar Skála) 3-1
61' Stefan Radosavljevic (Ingi Jonhardsson) 4-1
83' Hannes Agnarsson 4-2
TB - FC Suðuroy 2-3 (2-3)
6' Nikolei Johannesen 1-0
21' Samudeen Musah (Musah Armah) 2-0
34' Emmanuel Andorful 2-1
36' Pætur Augustinussen (Fríði Holm) 2-2
38' Fríði Holm 2-3
Sí eisini: FC Suðuroy vendi øllum á høvdið og sigraði við Stóra
HB - EB/Streymur 1-2 (0-0)
49' Sammy Skytte (Lassana Faye) 1-0
68' Jógvan Elmarsson Ósa 1-1
90 (+3) Emil Grønn Pedersen 2-1
NSÍ - 07 Vestur (1-0)
4' Fabian Østigård Ness 1-0
Friggjakvøldið 8. august
KÍ - B68 7-0 (4-0)
Sí eisini: Als eingir evropeiskir timburmenn hjá KÍ á Summarfestivalinum
Støðan í Betrideildini:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald