Hondbóltur

VÍF fær italska mótstøðu í 3. umfari

SSV Brixen liggur í løtuni á 3. plássi í Serie A. Evropa Cup-dystirnir millum liðini standa í fyrstu syftu til at verða spældir síðst í november og fyrst í desember.

VÍF-liðið eftir at Lionsbikarið kom í hús. Nú er liðið úr Vestmenna millum tey 32 síðstu í kappingini Europea Cup (Mynd; Sverri Egholm)

VÍF-liðið eftir at Lionsbikarið kom í hús. Nú er liðið úr Vestmenna millum tey 32 síðstu í kappingini Europea Cup (Mynd; Sverri Egholm)

2023-10-24 10:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vestmenningar spældu seg fyrr í mánaðinum víðari í European Cup eftir tættar dystir í Luksemborg. Hetta var fyrstu ferð í yvir 25 ár, at VÍF kom víðari í evropeiskari kapping, og nú er greitt, hvørjum teir í gulum og bláum skulu spæla ímóti í 3. umfari.

SSV Brixen vann í 2. umfari stórt á HC Azeryol úr Aserbajan og kom úr pottinum saman við VÍF í dag. Í løtuni liggur liðið nummar trý í fremstu italsku kappingini, sum er styrkismett nakað omanfyri tí føroysku. 

SSV Brixen hevur vunnið Serie A tvær ferðir. Tað var í 1991 og 1992. VÍF er oddalið í SMS-deildini við fullum stigatali eftir fimm umfør og skal nú fara eftir at leingja evropeiska ævintýrið.

[object Object]VÍF vann í 2. umfari samanlagt við trimum málum á Ecsh í Luksemborg (Mynd: Andrei Vladut Antal)


32 lið eru eftir í kappingini. H71, Neistin og Team Klaksvík eru sligin út, men føroysk umboðan er í íslendskum feløgum. Allan Norðberg og Valur skulu spæla móti ukrainska HC Motor - Dánjal Ragnarsson og ÍBV fingu eysturríska mótsstøðu í 3. umfari.

Dystirnir millum VÍF og SSV Brixen skulu avgreiðast í viku 47 og/ella 48, sum Hondbóltssamband Føroya skrivar. Fyrri dysturin stendur til at vera 25./26. november og tann seinni 2./3. desember.

Tað er tó helst góður møguleiki fyri, at dystirnir verða spældir á sama staði yvir eitt vikuskifti, har liðini so býta upphæddina fyri ferðing og gisting. Hetta er serliga fyri at spara pening.

Keldur: EHF og HSF
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder