Í fjør vóru VÍF og Kyndil finalistar í landskappingini og steypakappingini. Í báðum førum vóru vestmannakvinnur omaná, og aftur í dag vann VÍF á Kyndli.
Kyndilskvinnur byrjaðu nakað betri í Høllini á Hálsi, men tað leikaði javnt á tað mesta av 1. hálvleiki. Fyrstu 20 minuttirnar vóru fá mál skotin, men móti endanum av hálvleikinum fekk VÍF gongd á málskjótingina, og tað var 13-9 í hálvleikinum.
Heimaliðið kom betri út til 2. hálvleik, og tað var av álvara spenningur í fram til seinastu fimm minuttirnar, tá VÍF avgjørdi dystin.
Áhugavert var, at Marianna G. Eystberg var aftur á liðnum hjá Kyndli. Hon gjørdist eisini toppskjútti fyri heimaliðið.
VÍF er nú bert eitt stig aftanfyri H71, ið er oddalið og hevur ein dyst færri. Kyndil hevur 4 stig fyri 6 dystir.
Kyndil - VÍF 18-24 (9-13)
Toppskjúttar: Marianna G. Eystberg 5 mál, Durita C. Jojic og Liljan Djurhuus 7 mál
Mansliðini hjá somu feløgunum fara í eldin nú klokkan 16.00.
Hondbóltur
VÍF sigraði á Hálsi
Vestmannakvinnur vunnu annan sigurin innan fýra dagar.
Kyndil helt fast í VÍF stóran part av dystinum, men greipuvinnarin avgjørdi dystin ímóti endanum (Savnsmynd/Sverri Egholm)
2018-11-04 15:50
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald