
Tríggir dystir í fremstu hondbóltsdeildunum eru leiktir í dag.
Kvinnurnar hjá StÍF og Stjørnuni løgdu út, og tað endaði við janvleiki í einum tøttum og málfátøkum dysti. Harvið komu bæði liðini á talvuna.
Beint eftir hendan dystin fóru mansliðini hjá StÍF og KÍF á vøllin í somu høll. Og heimaliðið endaði sum sigursharri. StÍF hevði tamarhald á støðuni allan vegin, og Rani A. Højgaard gekk á odda fyri strandingar og skálamenn. Kollfirðingar vunnu annars greitt á H71 í vikuni, men komu niður aftur á jørðina í dag.
Í Vestmanna hittust oddaliðini hjá kvinnum frá í fjør. Tað hava verið fleiri broytingar á liðnum hjá Kyndli, og VÍF var mettur sum stórfavorittur undan kappingini. Vestmannakvinnur sótu eisini á tí í kvøld, og vunnu ein tryggan sigur, har vælskjótandi bakkarnir gingu á odda.
23.09:
SMS-deildin:
StÍF - Stjørnan 17-17(11-11)
Toppskjútti: Emma Lerche 6 mál
VÍF - Kyndil 34-24(17-9)
Toppskjúttar: Durita C. Jojic og Liljan Djurhuus 10 mál, Bára K. Hansen 8 mál
Okkara-deildin:
StÍF - KÍF 25-21(13-8)
Toppskjútti: Rani A. Højgaard 9 mál
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald