Hondbóltur

VÍF vann greitt í Klaksvík

Greipuvinnarin er nú bert eitt stig aftanfyri H71.

(Savnsmynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)

(Savnsmynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)

2018-11-01 20:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein dystur SMS-deildini varð leiktur í kvøld. Hann var í KÍ-høllini, har VÍF var á vitjan.

Dysturin byrjaði við høgari leikferð og nógvum málum. Tað leikaði javnt á, men sum fráleið uppbygdi VÍF sær eina leiðslu. Hetta komst millum annað av nógvum tekniskum feilum hjá Stjørnuni. Í hálvleikinum var útiliðið á odda 15-11.

Greipuvinnararnir komu sera væl út til 2. hálvleik, og áleið tíggju minuttir inn í hálvleikin var so at siga avgjørt.

Í 1. hálvleiki royndi Stjørnan seg við mansverju av Duritu C. Jojic; í 2. hálvleiki fór heimaliðið at verja meira álopskent og ágangandi ímóti sterku bakketuni hjá VÍF. Hetta eydnaðist til tíðir væl, men vestmannakvinnur vóru bara stinnari; eisini í verjustøðu. Heimaliðið brendi eisini í meira lagi í kvøld.

Samanlagt var VÍF betra liðið og hevur nú 9 stig; tað er eitt færri enn H71, ið hevur leikt ein dyst færri. Stjørnan er næstniðast við trimum stigum.

Stjørnan - VÍF 23-28 (11-15)

Toppskjúttar: Tóra Eliasen 9, Agnas Olsen 7

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder