Fótbóltur

VÍF vann hjá kvinnunum - Neistin vann hjá monnunum

Neistin tók ímóti VÍF í kvøld, bæði í SMS-deildini og Okkara-deildini.

Ingi Olsen fekk ein góða byrjan sum VÍF venjari (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Ingi Olsen fekk ein góða byrjan sum VÍF venjari (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-12-03 22:10 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Tveir dystir eru leiktir í høllini á Hálsi í kvøld, ein í SMS-deildini hjá kvinnum og ein í Okkara-deildini hjá monnum. Talan var í báðum førum um dyst ímillum Neistan og VÍF.

Í SMS-deildini vann VÍF dystin, og legði seg harvið á odda í deildini framman fyri Kyndil, sum tó hevur ein dyst færri. VÍF vann dystin 22-25 eftir hálvleiksstøðuna 12-17. Sostatt fekk Ingi Olsen eina góða byrjan sum nýggjur VÍF venjari.

Í Okkara-deildini var tað Neistin sum fór avstað við sigrinum. Heimalið vann dystin 30-24, eftir at teir vóru á odda 16-11 í steðginum. Við sigrinum fer Neistin framvið STÍF á stigatalvuni, og leggur seg á annað plássið.

SMS deildin

Neistin – VÍF 22-25 (12-17)

Toppskjúttar:

Ingunn Persson og Agnas Olsen 7

Støðan: 
VÍF 18 stig (11 dystir)
Kyndil 16 stig (10 dystir)
H71 14 stig (10 dystir)
Neistin 12 stig (11 dystir)
Stjørnan 8 stig (10 dystir)
StÍF 4 stig (10 dystir)
VB 0 stig (10 dystir)

Okkara deildin

Neistin – VÍF 30-24 (16-11)

Toppskjúttar:

Dánjal Ragnarsson og Filip Jojic 10

Støðan: 
H71 18 stig (10 dystir)
Neistin 14 stig (11 dystir)
StÍF 13 stig (10 dystir)
VÍF 12 stig (11 dystir)
KÍF 9 stig (10 dystir)
Kyndil 6 stig (10 dystir)
Team Klaksvík 0 stig (10 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder