Hondbóltur

VÍF vann við fýra málum á Neistanum

Hesaferð var eingin ivi um endaliga úrslitið, hóast talan gjørdist um ein spennandi dyst. Filip Jojic gekk á odda við 12 málum, og vestmenningar eru nú bert eitt stig aftanfyri H71.

Vestmenningar kundu fegnast í Høllini á Hálsi (Mynd: Sverri Egholm)

Vestmenningar kundu fegnast í Høllini á Hálsi (Mynd: Sverri Egholm)

2020-12-16 22:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru beint yvir tveir mánaðir síðani, at VÍF og Neistin hittust í Høllini á Hálsi. Avgerðin um hvør skuldi fara avstað við stigunum fall tó ikki fyri í kvøld. Neistin skoraði eitt mál færri á vøllinum 11. oktober, men eitt mál eyka kom á dómaraseðilin, og eftir kæru frá VÍF og tríggjar viðgerðir endaði tað við, at dysturin skuldi spælast umaftur

Tað varð so í kvøld, og tað var uttan áskoðarar orsakað av koronatilmælunum. Útiliðið bygdi sær eina leiðslu miðskeiðis í 1. hálvleiki, og í hálvleikinum var munurin fýra mál. 

Neistin kom bara inn í dystin aftur, og tá tíggju minuttir vóru eftir, var Neistin á odda 25-23, og var á odda við einum máli, tá fimm minuttir vóru eftir. Men so skoraði VÍF fýra ferðir á rað og koyrdi sigurin heim.

Harvið endaði tað við, at vestmenningar fingu nakað burturúr at spæla dystin umaftur, og teir í gulum og bláum vóru nokk eyka uppsettir. VÍF hevur nú 20 stig og er eitt stig aftanfyri H71 við einum dystum færri. Neistin er á triðja plássi - trý stig aftanfyri VÍF og hevur leikt ein dyst fleri enn VÍF.

Burn-deildin
16.12 - umdystur frá 11.10
Neistin - VÍF 28-32 (12-16)
Toppskjúttar: Filip Jojic 12 mál, Hanus Christophersen 6 mál, Jónsvein Dulavik og Hanus Árason 6 mál

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder