Tað var 0-0 í 83 minuttir í seinasta dystinum, sum var á skránni í 9. umfari í Betrideidlini í dag. Hetta var betri fyri heimaliðið EB/Streym, ið tók ímóti favorittunum Víkingi. Eftir 2-1 tapið fyri ÍF mikuvkøldið var trýst á Vìkingi, ið var á 6. plássi undan dystinum.
Vukasin Tomic, Lukasz Cieslewicz og Jákup Johansen vóru allir frá bonkinum frá byrjan, og ungu menninir Noah Mneney, Geza David Turi og Ingi Jonhardsson byrjaði í teirra stað. Vìkingur hevði trupult við at skapa møguleikar móti vælskipaða EB/Streyms-liðnum, ið eisini hótti hinvegin.
Myndir: EB/Streymur - Víkingur
Tað gekk tó hjá liðnum hjá Eyðuni Klakstein at hála sigurin heim. Sølvi Vatnhamar fekk fatur á bóltinum nakað til vinstru, trekti inn ímóti brotsteignum og legði væl innfyri. Ari Olsen var komin heilt niðan við í brotsteigin, kastað i seg fram og legði útiliðið á odda. Innskifti bygdamaðurin hjá Ara, Jákup Johansen, sló sigurin fastan fimm mintutir seinni. Harvið hongur Víkingur í, í dystinum um evropeisk pláss. Komandi umfar tekur liðið í Eysturkommunu ímóti KÍ.
Fyrr í dag vunnu KÍ og B36 3-0: Føroyameistararnir foldaðu seg als ikki heilt út móti botnliðunum, men sigurin kom ongantíð í vanda eftir stegðin. ÍF brendi brotsspark og gav B36 høvuðbrýggj á ymsan hátt, men ártalsfelagið skoraði málini í Fuglafirði, og liðið skapit eisini fleiri góðar møguleikar. Í Trongisvági, har AB vitjaði, endaði tað 1-1 í einum lívligum dysti, og harvið er botnstríðið heilt opið enn.
Í morgin verður oddadystur í Runavík.
EB/Streymur - Víkingur 0-2 (0-0)
84' Ari Olsen 0-1
89' Jákup Johansen 0-2
KÍ - Skála 3-0 (2-0)
9' Jákup Biskopstø Andreasen 1-0
41' Patrik Johannesen 2-0
46' Páll Klettskarð 3-0
ÍF - B36 0-3 (0-1)
39' Sebastian Pingel 0-1
84' Brian Jakobsen 0-2
90' Meinhard E. Olsen 0-3
Myndir: ÍF - B36
TB - AB 1-1 (1-1)
15' Nikolei Johannesen 1-0
38' Sjálvmál
Mánadagin 22. juni:
(20.00): NSÍ - HB
Støðan:
1. HB (22 stig) *
2. KÍ (20 stig)
3. B36 (19 stig)
4. NSÍ (17 stig) *
5. Víkingur (14 stig)
6. ÍF (13 stig)
7. EB/Streymur (7 stig)
9. TB (6 stig)
8. AB (4 stig)
10. Skála (1 stig)
*Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald