Fótbóltur

Víkingur er aftur í steypafinaluni

Tað endaði við málleysum javnleiki í vindinum í Sarpugerði í kvøld.

Pætur Dam Jacobsen og Skála vóru akkurat ov stuttir til at koppa Sølva Vatnhamar og Vìkingi (Mynd: Sverri Egholm)

Pætur Dam Jacobsen og Skála vóru akkurat ov stuttir til at koppa Sølva Vatnhamar og Vìkingi (Mynd: Sverri Egholm)

2019-05-23 20:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og í Klaksvík í gjár var tað málleyst í 89 minuttir í Norðragøtu í kvøld, har útiliðið allan dystin jagstraði málið, sum skuldi til fyri hava møguleika at røkka finaluni. Munurin í kvøld var, at málið ongantíð kom, hóast útiliðið hevði møguleikarnar at avgera dystin og harvið skriva søgu. Roynda Víkinga-liðið vardi væl fyri og fyri fyrstu ferð síðani 2016 er liðið úr Eysturkommunu í steypafinaluni. Útivallarmálið hjá Sølva Vatnhamar avgjørdi, tá samanum kom, og eins og í 2016, tá Vìkingur og Skála eisini hittust í hálvfinaluni, avgjørdu marginalarnir uppgerðina. 

Tað byrjaði rímiliga lívligt í kvøld. Útiliðið hevði eina góða roynd eftir tíggju minuttir, har Elias Rasmussen bjargaði væl, og Víkingur søkti eisini at. Tað varð tó ikki tað mest skipaða og als ikki flótandi fótbóltsspælið í kvøld. Vindurin var nógvur í Sarpugerði í, og loyvdi tí ikki hesum. Støðan sum hon var gjørdi eisini, at Víkingur ikki satsaði ov nógv í sinum spæli, og, saman við vindinum, at tað gjørdist ein dystur, har hvør nærdystur hevði nógv at siga, og har fáu góðu støðurnar skuldu avgreiðast sera væl. 

Myndir frá dystinum

Eina løtu áðrenn seinnu hálvfinaluna var ivasamt, um dysturin fór at verða leiktir, og í byrjanini av seinna hálvleiki vóru hvirlurnar vorðnar harðari; teir appelsinlittu høvdu tó eina skotroynd á stongina tíðliga eftir steðgin, og beint framundan hesum bjargaði Elias góðum langskoti frá Ronni Møller-Iversen. Veðrið gjørdist nakað betri, sum Skála satsaði meira og meira í royndini at fáa mál. Hetta gav eisini støður til Víking hinvegin. Størstu royndina átti Gunnar Vatnhamar úr stuttari fjarstøðu tjúgu minuttir fyri leiklok, men Karstin Hansen vardi fyri.

Móti endanum varð Fróði Benjaminsen koyrdur fram í álopið, og Skála legði nógv fyri. Tað tættasta var eitt skot frá Jákup Johansen á tvørtræðið fimm minuttir fyri leiklok, men Víkingur spældi klókt, var vælskipað og er aftur har liðið var á hvørjum árið frá 2012 til 2016. Hetta útloysti stóran fagnað á teimum ljósabláu í Sarpugerði, ið nú kunnu síggja fram til eina steypafinalu móti HB í september. 

Seinna hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið - 23.05 í Sarpugerði
Víkingur - Skála (0-0)

Víkingur (4-2-3-1): Elias Ramussen - Elias Lervig, Vukasin Tomic, Bergur Gregersen Hanus Jacobsen - Gunnar Vatnhamar, Heðin Hansen - Dion Splidt (63' Jákup Vatnhmar Olsen), Sølvi Vatnhamar (L), Filip Djordjevic - Andreas Lava Olsen (86' Hjalti Strømsten)

Venjari: Sámal Erik Hentze

Skála (4-2-3-1): Karstin Hansen - Ari Olsen, Jákup Jacobsen, Fróði Benjaminsen, Teitur Reinert Joensen (84' Niels Pauli Danielsen) - Pætur Dam Jacobsen (L), Haraldur Reinert Højgaard (84' Leivur Zachariassen) - Heðin Klakstein, Ronni Møller-Iversen, Andreas Egeberg Jacobsen ('63 Janus Svabo Samuelsen) - Jákup Johansen

Venjari: Eyðun Klakstein

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder