Fótbóltur

Víkingur er nú á fjórða plássinum

Gunnar Vatnhamar syrgdi fyri, at B36 tapti triðja dystin á rað, og nú er bert tvey stig, ið skilur Víking í B36.

Gunnar Vatnhamar skoraði sigursmálið í útsetta dystinum í Sarpugerði í kvøld. Hetta ger, at Vìkingur kom frammum HB og NSÍ
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Gunnar Vatnhamar skoraði sigursmálið í útsetta dystinum í Sarpugerði í kvøld. Hetta ger, at Vìkingur kom frammum HB og NSÍ (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-04-26 20:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Útelstti dysturin frá 5. umfari varð leiktur í Sarpugerði í kvøld. Tað var nakað betri veður, enn tá dysturin skuldi spælast, men tað gjørdist ikki talan um ein undirhaldandi fótbóltsdyst, sum tað ofta hevur verið millum hesi liðini. Tað var tó tætt, og eitt mál eitt lítið korter fyri leiklok avgjørdi alt.

Tað vóru ikki so nógvir málmøguleikar í dystinum, men leikararnir stríddust væl í týðandi uppgerðini. B36 hevði sinar støður, men tað var Víkingur, ið fekk einsamalla málið í dystinum, tá Gunanr Vatnhamar fekk sett bólt í málið í samband við eina deyðbóltsstøðu. 

Úrslitið hevur við at Víkingur er ájavnt í stigum við NSÍ (bæði hava 10 stig), men Víkingarnir hava betri málúrtøku og hava harvið 4. plássið, sum gevur atgongd til evropesikan fótbólt, í løtuni. B36 stendur í stað. Eftir tveir ósigrar ímóti KÍ (ein í Betrideildini og ein í steypakappingini) var hetta enn ein smeitur, hóast talan var um torføran útidyst. B36 er í løtuni nummar trý við 12 stigum

Betrideildin 5. umfar - útsettur dystur frá 14.04
Víkingur - B36 1-0 (0-0)
79' Gunnar Vatnhamar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder