Fótbóltur

Víkingur tók risa fet móti FM

Heimaliðið revsaði HB tvær ferðir ímóti endanum og er nú seks stig frammanfyri kappingarneytan. KÍ vann 4-2 á Hoseth og B36.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-07-04 20:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var heimaliðið, sum vann stórdystin í góðveðrinum í Sarpugerði. Nógv fólk sóu tvey tey bestu liðini í ár leggja nógv fyri.

HB hevði sínar møguleikar - millum annað rakti Hanus Sørensen tvørtræið við langskoti, og Mikkel Dahl hevði góðan stútara, sum Bárður á Reynatrøð bjargaði.

Løtu seinni vann Geza Turi bóltin av Hanusi, og so varð Olaf Bárðarson sendur avstað. Vongurin var púra kaldur og sendi bóltin millum beinini á Teiti Gestssyni.

Hetta var í 74. minutti, og HB fekk ikki heilt tíð, tí løtu síðani misti útiliðið bóltin aftur. Langur bóltur fram, Samuel Chukwudi kiksaði, tá hann skuldi stúta burtur, innskifti Finnur Justinussen hevði jagstrað og lisið støðuna og lyfti bóltin í HB-málið til 2-0.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Stórur fagnaður í Sarpugerði og tað var tað eisini eftir seinasta bríksl. Víkingur var snildari, skarpari og avgreiddi støðurnar í báðum brotsteignum betri. Harvið er liðið hjá Jóhan Petur Poulsen seks stig á odda, nú summarsteðgur er. Víkingur hevur vunnið 15 av 16 dystum. Ógvuliga flott, og FM-møguleikin er betraður.

Í Klaksvík vann KÍ málríkan dyst á B36, har Árni Frederiksberg millum annað skoraði aftanfyri miðjuna. Harvið er KÍ bert trý stig aftanfyri HB nú - men níggju eftir Víking.

Víkingur - HB 2-0 (0-0)
74' Olaf Bárðarson 1-0
80' Finnur Justinussen 2-0

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder