Fótbóltur

Viljormur og Vejle aftur í Superliguni

Eftir eitt ár í næstbestu deildini tryggjaði liðið av Jútlandi sær í gjárkvøldið pláss í fremstu røð.

Viljormur hevur verið í felagnum síðani 2013 (Mynd: Sverri Egholm)

Viljormur hevur verið í felagnum síðani 2013 (Mynd: Sverri Egholm)

2020-07-15 07:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein 1-0 sigur í heimadystinum móti FC Nykøbing í gjárkvøldið var nóg mikið, og tað gjørdist harvið endaliga greitt, at Vejle Boldklub verður einasta nýggja liðið í Superliguni komandi ár. 

Í summar skulu trý lið niður í Superliguni, men bert eitt lið flytur upp, og tað verður søguríka felagið, ið hevur føroyska landsliðsbakkin í hópinum. Viljormur Davidsen kom inn í hálvleikinum í sigrinum á Nykøbing. Vinstri bakkurin, ið fyllur 29 ár sunnudagin, hevur verið í felagnum í heili sjey ár.

Vejle var í bestu deildini í 2018/2019, men Viljormur og liðfelagirnir fluttu greitt niður aftur. Tá Superligain byrjar aftur, verður tað við 12, ikki 14 sum tað hevur verið seinastu áriini, og Vejle verður eitt teirra. 

Vejle hevur 67 stig, níggju stig fleiri enn Viborg, nú tvey umfør vænta í. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder