Fótbóltur

Vísir aftur at Heimir er á veg til NSÍ

Søgur og keldur í fótbóltsheiminum senda roynda íslendska venjaran til Føroya aftur. Men tað er einki í hesum í løtuni, staðfestir Karstin Joensen fyri Portalinum.

Fleiri keldur vilja vera við, at tað er sannlíkt, at fyrrverandi HB-venjarin tekur yvir í NSÍ (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Fleiri keldur vilja vera við, at tað er sannlíkt, at fyrrverandi HB-venjarin tekur yvir í NSÍ (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-10-08 13:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heimir Guðjónsson kom, sá og sigraði í 2018. So at siga eingin væntaði, at HB kundi bjóða av um FM-heitið, men í fyrsta árinum hjá íslendska venjaranum í Føroyum setti HB stigamet, og yvirleggjaran varð lyftur hægri á ymiskan hátt

Árið eftir vann HB steypafinaluna, meðan stigini samanlagt ikki samsvaraðu við spæli í landskappingini. HB endaði á 4. plássið, og Heimir fór aftur til Íslands.

Í síðstu viku gjørdist greitt, at royndi íslendski venjarin ikki fór at halda fram í FH, og seinastu dagarnar hava søgurnar gingið. Tí har verður ein tøkur sessur við Løkin, tá kappingarárið er av. Og sambært fleiri er Heimir Guðjónsson helst á veg í hendan sessin.

Hetta er tó nakað, sum formaðurin í NSÍ ikki sigur seg kenna nakað til.

- Eg kann vísa aftur, at Heimir Guðjónsson er á veg til NSÍ í skrivandi stund, staðfestir Karstin Joensen fyri Portalinum í dag.

Søgur: Samband millum partarnar

Portalurin hevur seinastu dagarnar verið í sambandi við fleiri góðar keldur - í Føroyum og í Íslandi. Tær flestu fortelja, at samband hevur verið millum NSÍ og Heimir Guðjónsson seinastu tíðina, og at Heimir Guðjónsson opin fyri at koma aftur til føroyskan fótbólt.

Sambært Karsteni Joensen eru tó ikki talan um samráðingar millum NSÍ og 56-ára gamla íslendingin. Formaðurin í NSÍ sigur, at talan er um leysasøgur

- Vit hava allar møguleikar opnar enn í okkara leitan eftir nýggjum venjara, og vit eru ikki í nøkrum samráðingum.

[object Object]
Formaðurin í NSÍ hyggur at við Løkin. Sambært honum er eingin endalig loysn uppá venjaraspurningin fyri 2026 á gáttini (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tað var síðst í august, at tað kom fram, at samstarvið millum NSÍ og svian Jens Wedeborg ikki heldur fram. Undir honum er NSÍ komið aftur í Evropa, liggur til at enda á 2. plássi og kann enda við at taka stigamet felagsins í ár. Leitað hevur verið eftir venjara fyri at taka tað næsta stigið.

Sum skilst hevur Heimir Guðjónsson nakrar møguleikar í heimlandinum. Hvar fyrrverandi HB-venjarin endar, man so tíðin vísa - sum nú er, er pennurin við Løkin í húsanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder