Á tíðindafundi á Tórsvølli í dag tóku høvuðsvenjarin og málverjin samanum dystin í Turkalandi, og søgdu hvat vit skulu vænta okkum í dystinum móti Luksemborg.
Teir vóru sjálvsagt ikki nøgdir við dystin móti Turkalandi, men sóu enn ljóst fram til dystin móti Luksemburg.
Teir bóru rósandi orð til mótstøðuliðið í morgin, Luksemburg, og tosaðu um menningina, sum landsliðið hevur havt seinastu árini.
Samstundis lótu teir ikki til at síggja seg vera nakað aftanfyri, og hava eina góða trúgv uppá, at trý stig kunnu koma á konto.
Luksemburg, sum vunnu fyrsta dystin í bólkaspælinum 2-0, á útivølli móti Litava, eru annars mettir at vera fittir favorittar, av teimum flestu veddingarfyritøkunum.
Gunnar Nielsen legði eisini nógvan dent á fyrimunirnar við at spæla á heimavølli, frammanfyri Skansanum og Føroya fólki, og vónaði at síggja nógv fólk í morgin.
Allir mans eru tøkir til dystin, segði landsliðsvenjarin.
Dysturin byrjar 19:45, og vit vera til staðar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald