Fótbóltur

Vónin hjá FCK livir framvegis

Hóast tap í St. Pætursborg og triðja dystin á rað uttan mál, kann FCK framvegis spæla seg víðari í Europa League.

Peter Ankersen og FCK taptu tepurt í Russlandi í kvøld
(Mynd: EPA)

Peter Ankersen og FCK taptu tepurt í Russlandi í kvøld (Mynd: EPA)

2018-11-29 20:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FCK var í kvøld á vitjan hjá Zenit í bólki C í Europa League. Danska stórfelagið hevði tørv á stigum, men heimaliðið vann tepurt í St. Pætursborg og spældi seg víðari í kappingini.

Zenit var omaná í 1. hálvleiki, men leiðslumálið kom tó ikki, fyrrenn ein tími varð leiktur. Tað var miðvallarin Robert Mak, ið skoraði umvegis eitt FCK-bein. FCK tók síðani yvir, hevði bóltin væl meira og legði seinastu løtuna eitt tungt trýst á málið hjá heimaliðnum. Liðið hjá Ståle Solbakken var ikki langt frá, men tað eydnaðist tó ikki at javna.

Í hinum dystinum í bólkinum vann Bordeaux 2-0 á heimavølli móti Slavia Prag. Úrslitini hava við sær, at Zenit hevur vunnið bólkin, meðan øll hini liðini kunnu fáa 2. plássið. Slavia Prag hevur nóg mikið við javnleiki á heimavølli móti Zenit. FCK og Bordeaux noyðast bæði at vinna í Parkini og vóna at Zenit vinnur í Kekkia.

Europa League - Bólkur C: 

Zenit - FCK 1-0 (0-0)
Bordeaux - Slavia Prag 2-0 (0-0)

Zenit 11
Slavia Prag 7 *
FCK 5 *
Bordeaux 4

* FCK kann ikki koma víðari orsakað av betri málúrtøku, um FCK og Slavia Prag bæði enda á 8 stigum. Slavia er betri innanhýsis enn danska liðið, og tað hevur meira at siga  

13/12: FCK - Bordeaux
            Slavia Prag - Zenit

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder