Í dag hava spælarar hjá teimum útlendsku gestunum - við føroysku landsliðsspælarunum - verið venjarar á hondbóltsskúla hjá U12 og U14 og eisini skriva autografar á Torginum í SMS.
Í morgin, sunnudagin, fara liðini aftur á gólvið við Tjarnir: Fyrst verður tvídystur millum systkinabørnini (Ellefsen á Skipagøtu - Mittún), og klokkan 15 skulu føroysku greipuvinnararnir úr Hoyvík royna seg móti uppruna StÍF'arunum og hinum íslendsku meistarunum úr Vali.
Sunnudagin 16. august
13:00 GOG-THW Kiel
15:00 H71-Valur
![]()
Bjarni í Selvindi spældi ein góðan dyst fyri Val móti Kiel í gjár (Mynd: Jens Kr. Vang)
Myndir: Elias aftur á heimavølli
Á pappírinum er talan um mest spennandi dystirnir í kappingini: Har styrkisjavnvágin er tættast.
Tískil kunnu dystirnir við Tjarnir sunnudagin gerast áhugaverdir.
Til ber at keypa atgongumerki á eventz.fo/wenzelnordiccup
Portalurin stroymir dystirnir, til ber at fylgja gongdini annars, og vit hava myndir og samrøður seinnapartin í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald