Tað eru íslendsku meistararnir og nógv vinnandi felagið av Fjóni, sum skulu hittast í fyrsta dystinum í stóru venjingarkappingini við Tjarnir.
Hóparnir hjá Vali og GOG skuldu koma til Føroyar í dag, men vegna mjørka bar ikki til; nú eru Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og hinir í Bergen, har Íslands-flúgvarin endaði, meðan Óli Mittún og teir ongantíð fóru úr Danmark.
Sí eisini: Tjúkkur mjørki tarnar allari flogferðsluni í Vágum í dag
Um tað eydnast at lenda í morgin, sum ætlanin er nú, so spæla GOG og Valur við Tjarnir klokkan 18 hóskvøldið.
Klokkan 20 verður tað Elias Ellefsen á Skipagøtu móti barndómsfelagnum, við millum annað yngsta beiggjanum Boasi. THW Kiel-ferðalagið hevur lagt ferð sína til hósdagin.
![]()
Mynd: Eventz Føroyar
Atgongumerki kunnu keypast her
Portalurin fer at gera nógv burturúr, við millum annað myndum og samrøðum. Til ber at fylgja gongdini í dystunum ovast á Portalinum og Roysni, og um allar royndirnar í morginárini eydnast, so verður eisini stroymt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald