Fótbóltur

West Ham basti og yvirhálaði Liverpool

Liðið hjá Davids Moyes vann 3-2 í undirhaldi dystinum í London. Harvið endaði langa ósigraða røðin hjá Liverpool, og tað er nú tættari í oddinum í Premier League. Conte fekk javnleik í sínum fyrsta landskappingardysti.

Kurt Zouma stútar her bóltin í málið til 3-1, og West Ham er nú á 3. plássi

Kurt Zouma stútar her bóltin í málið til 3-1, og West Ham er nú á 3. plássi

2021-11-07 21:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hetta varð eitt heilt gott vikuskifti hjá Manchester City, sum setti hol á Premier League-dagin í gjár við at basa reyðu grannunum sannførandi.

Løtu seinni fekk ósigraða oddaliðið Chelsea óvæntað bert javnleik á heimavølli móti Burnley, sum móti leikgongongdini javnaði í 79. minutti

Les eisini: Liðið hjá Guardiola er nógv tað besta í Manchester

Í kvøld vitjaði Liverpool á olympiska leikvøllinum í London. Tað var greitt áðrenn, at talan allarhelst fór at verða um ein torføran hjá liðnum hjá Klopp, og longu eftir tríggjar minuttir var 1-0. Allison Becker gjørdi sjálvmál, tá hann kom illa út til eitt hornaspark, ið lá tætt uppá hann. Málverjin vildi hava fríspark, tí armurin hjá Ogbonna kom upp ímóti andliti hansara, men eftir VAR-kanning varð málið staðfest.

Liverpool setti seg skjótt á dystin, men West Ham hótti eisini hinvegin. Í 40. minutti javnaði Trent Alexander-Arnold við hegnisligum beinleiðis frísparki av brotsteigarmarkinum til høgru. Møguleikar vóru báðar vegir fyrra helmingin av seinna hálvleiki, og mitt í hálvleikinum legði heimaliðið seg aftur á odda. Talan var um gott kontraálop, har Jarrod Bowen rak væl við bóltinum og sendi Pablo Fornals avstað, ið seitt bóltin í málið - Allison fekk bert hendurnar á. Sjey minuttir seinni kundi málverjin einki gera, tá ein púra fríur Kurt Zouma stútaði hornasparksinnlegg frá Bowen í málið til 3-1.

West Ham var vandamikið uppá serliga deyðbóltar og umstillingar, og fekk trý flott og virðmiskil stig móti liðnum hjá Klopp sum frammanundan ikki hevði tapt í 25 kappingardystum - seinast var í apríl. Góða málið hjá Divock Origi pyntaði bara um støðuna, men eitt stig kundi verið komið við til Liverpool, um Sadio Mané hevði skorað uppá sín stóra málmøguleika í yvirtíðini. Ístaðin tóku David Moyes og West Ham triðja plássið frá Liverpool og eru nú bert tvey stig frá fyrsta plássinum.

Í Liverpool spældi Everton og Tottenham málleysan javnleik. Hetta var fyrsti dysturin hjá Antonio Conte sum Tottenham-venjari í Premier League. Brotsspark varð dømt til Everton miðskeiðis í seinna hálvleiki, men eftir at dómarin nýtti VAR, metti hann, at Hugo Lloris hevði fingið fatur á bóltinum, áðrenn hann tók beinini á Richarlison. Í Leeds, har Leicester vitjaði, endaði eisini við javnleiki. Harvey Barnes skoraði eitt vakurt mál til 1-1.

Arsenal er á veg uppeftir, og í dag varð talan um 1-0 sigur á Watford á heimavølli. Pierre-Emerick Aubameyang misnýtti brotsspark tíggju minuttir fyri steðgin, men tíggju minuttir eftir steðgin skoraði Emile Smith Rowe. 

11 umfør eru spæld í Premier League - nú er landsliðssteðgur.

Premier League - 11. umfar
Úrslitini í dag (07.11)

Arsenal - Watford 1-0 (0-0)
56' Emilie Smith-Rowe

Leeds - Leicester 1-1 (1-1)
26' Raphinha 1-0
28' Harvey Barnes 1-1

Everton - Tottenham 0-0

West Ham - Liverpool 3-2 (1-1)
4' Sjálvmál 1-0
41' Trent Alexander-Arnold 1-1
67' Pablo Fornals 2-1
76' Kurt Zouma 3-1
83' Divock Origi 3-2

Støðan
1. Chelsea 26 
2. Manchester City 23 
3. West Ham 23
4. Liverpool 22
5. Arsenal 20
6. Manchester United 17
7. Brighton 17
8. Wolves 16
9. Tottenham 16
10. Crystal Palace 15
11. Everton 15
12. Leicester 15
13. Southampton 14
14. Brentford 12
15. Leeds 11
16. Aston Villa 10
17. Watford 10
18. Burnley 8
19. Newcastle 5
20. Norwich 5 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder