Fótbóltur

Wolves basti aftur United

Liðið hjá Solskjær brendi stórar møguleikar, fekk reytt kort, gjørdi sjálvmál og misti eitt fet í topp-fýra stríðnum. Fulham er flutt niður.

United var sín egni størsti fíggindi á Molineux í kvøld
(Mynd: The Guardian)

United var sín egni størsti fíggindi á Molineux í kvøld (Mynd: The Guardian)

2019-04-02 21:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir dystir í Premier League eru leiktir í kvøld. Á Molineux tapti Manchester United fyri aðru ferð uppá 17 dagar, og í Watford gjørdist niðurflytingin hjá Fulham veruleiki.

Watford - Fulham 4-1 (1-1)
Wolves - Manchester United 2-1 (1-1)

Tað var ein dystur við høgari leikferð og undirhaldi, tá Wolves tók ímóti Manchester United. Tað var útiliðið, sum varð sligið út har í FA Cup í kortum, sum byrjaði klárt betri. Scott McTominay legði United á odda við góðum skoti frá brotsteigarmarkinum. Lítla løtu seinni hevði Jesse Lingard ein risamøguleika at økja, men stútarin beint frammanfyri málinum fór framvið. Í hinum endanum gjørdi Fred ein stórt mistak í 24. minutti, og Wolves revsaði tað beinanvegin; Diego Jota var tryggur. Heimaliðið tók yvir, áðrenn United svaraði aftur, og Romelu Lukaku hevði góðan møguleika beint fyri steðgin.

United kom væl út til 2. hálvleik, men so fekk liðformaðurin Ashley Young sítt seinna gula kort fyri vandamikla takkling. Wolves fekk tó ikki lagt ordliga trýst á, men kom kortini á odda í 77. minutti, tá teir í reyðum ikki fingu avgreitt eina støðu eftir innlegg, og Smalling endaði við at gera sjálvmál. Tað gjørdist ov tungt at svara aftur, og Wolves helt fast. Solskjær og hansara menn hava tapt tríggjar útav teimum seinastu fýra og eru í vanda fyri at detta burtur ímillum í Champions League-stríðnum.

Í vikuskiftinum fór Huddersfield endaliga niður, og í kvøld var tað Fulham, ið átti tørn. Uppflytararnir úr London hava bert 17 stig, og hóast Ryan Babel fekk javnað út í fyri steðgin, so setti Watford tingini uppá pláss í 2. hálvleiki. Fulham skal harvið tunga túrin niður í næstbestu deildina.   


Í morgin eru hesir dystirnir í Premier League (allir byrja klokkan 19.45):

Chelsea - Brighton 
Manchester City - Cardiff (TV3 MAX/Viaplay)
Tottenham - Crystal Palace (6'eren/Viaplay) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder