Ta' Qali, Malta (Portalurin) - Eftir skuffandi dystin í Baku í gjárkvøldið vendi føroyska ferðalagið nøsini móti Malta í dag. Føroyar spæla seinasta dystin í Nations League á hesum sinni á lítlu feriuoynni týsdagin.
Føroyingar vandu beint við Ta'Qali leikvøllin, har dysturin verður týsdagin. Eftir upphitingina fóru teir, ið byrjaðu í gjár at strekkja út og restituera, meðan hinir vandu intervalvenjing uppá tvey mál við inntensiteti.
Odmar Færø, Rógvi Baldvinsson og Klæmint A. Olsen (Mynd: Sverri Egholm)
Kristin Dam Ziska, Bárður Lava Olsen og Elmar Ósá (Mynd: Sverri Egholm)
Lars Olsen, landsliðsvenjari og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari (Mynd: Sverri Egholm)
Hallur Hansson (Mynd: Sverri Egholm)
Undirlagið á grasvøllinum var ikki tað besta. Tað var rættiliga runut í støðum og heldur knortlut. Teir fyrstu ellivu høvdu sín part saman við fysiska venjaranum í horninum á graslíkisvøllinum beint við síðuna av.
Hóast tap og langa ferð í skjáttuni so vóru føroysku leikararnir í góðum hýri, og teir tyktust vera væl fyri. Tó er heilt greitt, at teir vita og merkja at tað skal eitt væl betri avrik til týskvøldið.
René Shaki Joensen og Jóannes Bjartalíð (Mynd: Sverri Egholm)
Jóannes Bjartalíð (Mynd: Sverri Egholm)
Lars Olsen, Sonni Ragnar Nattestad, og Hans Erik Danielsen (Mynd: Sverri Egholm)
René Shaki Joensen er tøkur eftir leikbann. Sonni Ragnar Nattestad sat uttanfyri ein part av venjingini; hann var eymur í vinstra knæðið, ið hevur darvað hann í seinastuni. Hann verður tó allarhelst klárur til týskvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald