Fótbóltssamband Føroya metti, eftir millum annað samskifti við feløgini, at tað ikki var ráðiligt at spæla umfarið í vikuskiftinum vegna veður-og vallarviðurskiftini nú og seianstu tíðina.
Les eisini:
Heldur eingin fótbóltur hetta vikuskifti
Róin Schrøter: Niðurstøðan var púra greið
Ístaðin spældu átta av teimum tíggju liðunum venjingardyst. Í fyrsta dystinum á Tórsvølli var ein ávísur munur á KÍ og HB - teir í bláum vunnu 2-0.
KÍ skoraði eitt gott mál í hvørjum hálvleiki - her hevur Patrick da Silva økt eftir upplegg frá Árna Frederiksberg (Mynd: Sverri Egholm)
Størri var munurin á B36 og Víkingi. Liðið hjá Dan Brimsvík vann 3-0 í Sarpugerði í 1. umfari í Betrideildini, men manglaði uppaftur fleiri spælarar í mun til tað hesuferð, og tað endaði 5-0 til Víking. Hesaferð var Valerijs Sabala við og Sonni Ragnar Nattestad frá byrjan. Hjá Víkingi gjørdu ymiskar broytingar á liðnum góðan mun, og teir í ljósabláum vístu eina heilt øðrvísi styrki og fingu nøkur góð mál. Samanlagt nógvir heilt ungir mans vóru á vøllinum gjøgnum dystin.
B68 tók ímóti EB/Streymi, og seinni hálvleikur var í tíma, so at nógvir spælarar úr báðum hópunum kundu sleppa framat. Heimaliðið sat meira á spælinum, men fáir málmøguleikar vóru, og EB/Streymur skoraði einsamalla málið. Tað var Filip Djordjevic, ið prikaði bóltin í netið eftir gott upplegg frá Markusi Hellisdal.
Síðsti dysturin í gjár var eisini á Svangaskarði. Hann var millum ÍF og AB, sum hava havt stórar avbjóðingar við kava á vøllinum - serliga hevur tað ligið nógvur í Fuglafirði, har teir ikki hava fingið vant. Nú fingu liðini spælt ein fínan dyst á Toftum, har tey skoraðu tvey mál hvør - nýggju áleypararnir hjá báðum fingu mál.
Yvirlit yvir mál, upplegg og liðupstillingar frá øllum dystunum sæst niðanfyri. Næsta umfar í Betrideildini stendur á skrá til fyrsta vikuskifti í Apríl - um tvær vikur. Nú er landsliðssteðgur
AB - ÍF 2-2 (0-1) - Svangaskarður
0-1 Jhon Mena (Jan Ellingsgaard)
1-1 Brian Jakobsen (Sam Pollard)
2-1 Santiago Lebus
2-2 Gundur Petersen (Jóhan Petersen)
AB (4-3-3): Wlliam Tønning - Tróndur á Høvdanum, Ramzi Touré Idrissou, Nicklas Mehl, Sam Pollard - Ragnar Skála, Viktor Helgi Benediktsson, Rógvi Skála - Bartal Skaalum Petersen, Brian Jacobsen, Jakob Gottberg
Í seinna hálvleiki komu hesir inn: Santiago Lebus, Emil Seedorff Sørensen, Jens Jóan Paulason Olsen, Thomas Junge, Dánjal Danielsen og Gunnar Reynslág.
ÍF (3-4-3/5-4-1): Tóri Traðará - Elias Lervig, Karl Løkin, Tóri Nolsøe Olsen, Jan Ellingsgaard, Pól Jákup Lundsjberg - Jóhann Højbro, Elvio Gelmini - Dánjal á Lakjuni, Jhon Mena, Hans Jákup Lervig
Hesir komu inn til seinna hálvleik/í seinna hálvleiki: Jákup Nolsøe Olsen, Gundur Petersen Gonzalo Zarate, Jóhan Petersen, Rúnar Johnsson, Markus á Lakjuni, Petur Meinhard Lundsbjerg
Jhon Mena hevur higartil gjørt vart við seg (Mynd: Sverri Egholm)
B68 - EB/Streymur 0-1 (0-1)
41' Filip Djordjevic 0-1 (Markus Hellisdal)
B68 (4-3-3): Benjamin Schubert - Gilli Samuelsen, Áki Johannesen, Aidan Liu, Bárður Ólavsson Jensen - Ragnar Samuelsen, Alex Mellemgaard, Jonas Warner - Mohammed Samba, Sebastian Lau Nielsen, Villiam Emil Klein
Hesir komu inn í seinna hálvleiki: Aleksandur Jensen, Áki Johannesen, Ragnar Lindholm, Fríði í Túni Petersen, Aron Reinert Hansen, Hanus Højgaard, Hjarnar Johansen, Karstin Clememtsen
EB/Streymur (4-4-1-1): Mattias Davidsen - Bergur Poulsen, Mikkjal Hellisá, Andras Olsen, Virgar Jónsson - Jákup Hummeland, Dánjal Godtfred, Markus Hellisdal, Rani Hansen - Filip Djordjevic - Gutti Dahl-Olsen
Hesir komu inn í seinna hálvleiki: Hans Pauli á Bø, Tóki Johannesen, Sverri Mariusarson, Dávid Vang, Fayo Kruse, Gutti við Streym, Jóhan Samuelsen
B36 - Víkingur 0-5
5’ Martin Klein Joensen (Bergur Gregersen) 0-1
18’ Olaf Bárðarson (Jákup Johansen) 0-2
34’ Olaf Bárðarson 0-3
46' Finnur Justinussen (Poul Kallsberg) 0-4
79' Poul Kallsberg (Andreas Lava Olsen) 0-5
B36 (4-3-3): Mattias Lamhauge - Jann Benjaminsen, Isak Jönsson, Sonni Ragnar Nattestad, Magnus Egilsson - Mattias Hellisdal, Erlendur Magnusson, Aron Knudsen - Taufee Skandari, Valerijs Sabala, Benjamin Heinesen
Hesir komu inn í seinna hálvleiki: Hannes Agnarsson, Mattias Weihe Joensen, Bartal Páll Klein, Carl Mikkelsen, Marius Allanson Árting, Tobias Hansen og Rói Hansen
Víkingur (4-2-3-1): Bárður á Reynatrøð - Ari Olsen, Gunnar Vatnhamar, Jónatan Lervig, Bergur Gregersen - Arnbjørn Svensson, Geza David Turi - Jákup Johansen, Sølvi Vatnhamar, Olaf Bárðarson - Martin Klein Joensen
Hesir komu inn í hálvleikinum: Hans Jákup Arngrímsson, Signar á Brúnni, Ingi Jonhardsson, Poul Kallsberg, Finnur Justinussen, Andreas Lava Olsen. Seinni komu Páll Eirik Djurhuus og Elias Isaksen inn
Sølvi Vatnhamar og Arnbjørn Svensson vóru á vælleikandi Víkinga-miðvøllinum saman við Geza Turi. Valerijs Sabala (liggjandi) var miðályepari hjá B36 (Mynd: Sverri Egholm)
Fleiri myndir her
HB - KÍ 0-2 (0-1)
7' Mads Boe Mikkelsen ( Jóannes Kalsø Danielsen) 0-1
75' Patrick da Silva (Árni Frederiksberg) 0-2
KÍ: Markus Pettersen - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Patrick da Silva - Luc Kassi, Jákup Biskopstø Andreasen - Árni Frederiksberg, Mads Boe Mikkelsen, René Shaki Joensen - Páll Andrasson Klettskarð
Hesir komu inn í hálvleikinum: Vegard Forren, Claes Kronberg, Deni Pavlovic og Sivert Gussiås
Seinni komu hesir inn: Børge Petersen, Óli Eyðsteinsson Poulsen og Símun Kalsø
HB (3-5-2): Teitur Matras Gestsson - Hanus Sørensen, Heðin Hansen, Viljormur Davidsen - Áki Samuelsen, Mattias Præst Nielsen, Dan í Soylu, Adrian Rúnason Justinussen - Mikkel Dahl, Mads Borchers
Hesir komu inn í seinna hálvleiki: Emil Berger, Jákup Thomsen og Ejvind Restorff Mouritsen
Myndir: HB - KÍ
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald