Fótbóltur

Heldur eingin fótbóltur hetta vikuskiftið

Fótbóltssambandið hevur nú kunnað feløgini um, at allir dystirnir, ið upprunaliga skuldu spælast í morgin og sunnudagin, eru útsettir. Óvist er, nær teir ístaðin verða spældir.

Vegna veður eru allir dystir 18. og 19. mars fyribils útsettir, eru boðini frá Fótbóltssambandinum (Mynd: FSF)

Vegna veður eru allir dystir 18. og 19. mars fyribils útsettir, eru boðini frá Fótbóltssambandinum (Mynd: FSF)

2023-03-17 12:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Óvissa hevur alla vikuna verið, um tað fer at verða spælt í vikuskiftinum. Nú er greitt, at Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum metir, at kavin hevur og fer at órógva ov nógv.

Feløgini hava fyri lítlari løtu síðani fingið boð um, at allur vaksnamannafótbóltur í vikuskftinum er útsettur fyribils. Hetta er vegna veður, stendur í fráboðanini

Harvið er eitt umfar í Betrideildini hjá monnum útsett annað vikuskiftið á rað, og fara spælararnir harvið bert at hava spælt ein dyst, tá mars er av: Landsliðssteðgur er nú.

Hetta merkir eisini, at kvinnurnar møguliga ikki sleppa í gongd fyrr enn fyrst í apríl. Betrideildin skuldi byrja síðsta vikuskifti. Soleiðis var eisini við 2. deild hjá monnum. Umfarið hjá 1. deild, sum skuldi spælast í kvøld, varð útsett í gjár.

Óvist er nær allir hesir dystirnir skulu spælast. Fótbóltssambandið fer at koma við nærri kunning um hetta.

Dagført: 12.33

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder