Føroyska kappingin er farin í summarsteðg, men KÍ, NSÍ og Víkingur skulu beint í evropeiska eldin - HB kemur inn í 2. umfar í Conference League seinni í juli.
KÍ og NSÍ hava heimavøll hesa vikuna. Eins og í fjør brúkar NSÍ vøllin við Djúpumýru, sum týskvøldið verður karmur um Champions League-dyst og hóskvøldið um Conference League.
![]()
Daniel Obbekjær og Emil Weihe Joensen fegnast um eitt av fýra málunum hjá NSÍ í stórsigrinum á HJK Helsinki í fjør. Tað gekk galið í Finnlandi vikuna eftir, men fyrsti heimadystur hjá NSÍ í Klaksvík var minniligur (Mynd: Sverri Egholm)
Báðir dystirnir við Djúpumýru hesa vikuna byrja klokkan 19.45 - atgongumerki finnast her.
Víkingur spælir fyrra dystin móti Stjarnuni hóskvøldið 9. juli klokkan 20 føroyska tíð. Formsterka liðið úr Eysturkommunu skal royna at fáa eitt gott útgangsstøði til dystin í Føroyum. Hópurin hjá Víkingi er í dag farin til Íslands, við fitt av fjepparum við.
![]()
Víkinga-ferðalagið undan fráferð í Vágum fyrrapartin (Mynd: Víkingur)
Champions League 1. umfar
Týsdagin 7. juli við Djúpumýru
19.45: KÍ - FC Atert Bissen (Luksemborg) - FM1 sigur frá
Les eisini: KÍ fekk dreyma lutakast
Conference League 1. umfar
Hósdagin 9. juli við Djúpumýru
19.45: NSÍ - Hamrun Spartans (Malta) - - FM1 sigur frá
Hósdagin 9. juli á Samsungarvølli, Garðabær
20.00: Stjarnan (Ísland) - Víkingur
Sí eisini: Víkingur til Íslands - NSÍ til Malta
Tìðin í Íslandi er føroysk tíð - liðini spæla seinnu dystirnar í næstu vikurnar. Samanlagdi vinnarin fer víðari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald