Fótbóltur

Víkingur til Íslands - NSÍ til Malta

Bæði standa tó at byrja á heimavølli í 1. umfari í Conference League. Stjarnan og Hamrun Spartans eru mótsstøðuliðini, og tey fara at geva føroysku liðunum ymiskar avbjóðingar.

NSÍ vann 4-0 á HJK Helsinki í fyrra dystinum í fjør - men tapti 5-0 í Helsinki. Hamrun Spartans var í deildarspælinum í kappingini í 2025 (Mynd: Sverri Egholm)

NSÍ vann 4-0 á HJK Helsinki í fyrra dystinum í fjør - men tapti 5-0 í Helsinki. Hamrun Spartans var í deildarspælinum í kappingini í 2025 (Mynd: Sverri Egholm)

2026-06-16 17:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í dag gjørdist greitt, at KÍ fær meistaraliðið í Luksemborg í 1. umfari í Champions League.

Nú er greitt, at NSÍ og Víkingur í somu vikum í juli skulu spæla móti liðunum, sum endaðu á 3. plássi í ávikavist Malta og Íslandi síðsta kappingarár. 

Talan er um 1. umfar í Conference League, sum er triðbesta evropeiska kappingin.

Víkingur - Stjarnan (Íslandi)
NSÍ - Hamrun Spartans (Malta)

Dystirnir standa at verða spældir 9. juli og 16. juli, men teir kunnu verða forskotnir ein ella tveir dagar.

Tað fer at ávirka, at Víkingur, NSÍ og KÍ standa til at hava heimavøll fyrst. Í fjør spældu øll sínar evropeisku heimadystir í Klaksvík. 

Bæði føroysku liðini í 1. umfari í Conference League vóru styrkismett, og talan var spennandi lutakøst

Hjá Víkingi kundi tað verið betri - serliga við mótstøðu úr Wales - men stutt ferðing og eitt mótstøðulið, sum í løtuni liggur nummar tíggju í Íslandi er ikki so galið.

Stjarnan hevur havt tað heldur torført í Evropa, men í fjør eydnaðist at sláa Linfield út úr 1. umfari í Conference League - áðrenn tað gekk púra galið móti Paide úr Estlandi. Eitt lið, sum B36 sendi út í 2023.

Stjarnan hevur í stóran mun íslendskar spælarar í hópinum, men danski miðverjin Gustav Kjeldsen, sum í 2022 spældi við HB, er ein av útlendingunum. 

[object Object]
Gustav Kjeldsen skal skjótt aftur til Føroya at spæla (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Víkingur tapti í fjør samanlagt tepurt móti Lincoln í kappingini  - NSÍ kundi enda við júst Lincoln (Mynd: Sverri Egholm)

Hjá NSÍ var tað ikki so gott, í mun til "lutakastsbólkin", men var endaður í. Mótstøðulið úr Andorra ella San Marino høvdu verið betri at møtt, men Malta verður áhugaverd avbjóðing.

Tað er vanliga javnt millum føroysk feløg og teu av Malta. Hamrun Spartans hevur fitt av útlendingum í hópinum, og liðið úr sunnara parti av sólríku oynni í Miðjarahavinum hevur vunnið fýra av teimum seinastu seks meistaraheitunum á Malta. Deildin har er styrkismett beint undir tí føroysku.

Harmun Spartans spenti vøddar í Evropa í fjør við at koma í deildarspælið í Conference League. Hetta við sigrum á Zalgiris Vilnius og RFS, liðum sum hava sligið KÍ út seinastu árini, á vegnum  Í deildarspælinum eydnaðist at vinna á Linclon Red Imps, sum sendi Víking úr Champions League í fjør.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder