Fótbóltur

Zlatan givið nýggja bók út

Bókin hevur heitið: "I am Football" og inniheldur millum annað frágreiðingar um yrkisleðina hjá svensku stjørnuni..

Zlatan í United-búnanum

Zlatan í United-búnanum

2018-11-08 14:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

37-ára gamli sviin, ið nú spælir fyri Los Angeles Galaxy í MLS, hevur í dag latið nýggja bók úr hondum.

Bókin er skrivað av Mats Olsson, og innheldur samrøður við millum annað José Mourinho, ið var venjari hjá Zlatan í Inter og í Manchester United, Paul Pogba (liðfelagið í United) og Mino Raiola, ið er umboðsmaður hjá svianum. Umframt hetta eru egin orð og frásangir hjá Zlatan um hansara yrkisleið og ymiskar myndir. 

Í 2011 kom fyrsta bókin hjá kendasta svenska fótbóltsleikaranum nakrantíð. "I am Zlatan varð skrivað av David Lagerkrantz, har Zlatan greiddi frá sínari søgu: Frá ringum korum í einari tilflytarafamliju í einum forstaði til Malmo til stjørnu í Italia og tað kendasta navnið í Svøríki. Bòkin gjørdist sera vælumtøkt og nógv róst og selt.

Tað er forlagið Viking, ið gevur bókina út, har Zlatan millum annað greiðir frá, at hann fór frá United, tí at hann føldi, at hann ikki kundi geva liðnum nakað meira, og at hann ikki vildi gera Mourinho vónbrotnan. Hetta var nakað eftir, at hann kom aftur frá álvarsliga knæskaðanum í fjør.

Bókin er komin út á svenskum og enskum og fleiri ørðum málum. Hon skuldi upprunaliga koma út um tvær vikur. Zlatan ein av mest vinnandi fótbóltsleikarunum í søguni; hann hevur vunnið 36 steyp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder