Hann kom til Føroya í seinnu hálvu 2019 sum spælari hjá B68. Á summri 2020 skifti Zoran Vujovic til 07 Vestur, har hann spældi nakað, áðrenn hann gjørdist venjari.
Serbin tók síðsta vetur við sum venjari hjá FC Hoyvík-kvinnunum, sum fyri fyrstu ferð skuldu royna seg í Betrideildini.
Liðið endaði aftast við samanalgt átta stigum í grundspælinum og niðara endaspælinum.
Í ár roynir FC Hoyvík aftur, og tað verður eisini við Zorani Vujovic sum venjara. Hesum boðar felagið frá í dag.
Afturat 38-ára gama serbanum verður Vernar Restorff Olsen sum hjálparvenjari. Umframt hetta skal ungi venjarin, sum hevur verið spælari í felagnum, vera høvuðsvenjari hjá U16 gentum.
FC Hoyvík skrivar soleiðis í dag:
FC Hoyvík-liðið eftir fyrsta sigurin hjá liðnum í fremstu røð: Við Stóra móti TB/FCS/Royn (Mynd: FC Hoyvík)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald