Fótbóltur

 - Vit trúgva uppá at koma víðari einaferð afturat

Tað sigur Jóannes Bjartalíð, ið fegnast um avrikið ímóti Tre Fiori og metini, sum KÍ setti í gjár. Hann sigur eisini, at tað er nakað serligt at skora í Evropa.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-07-05 15:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ vann samanlagt 9-1 á Tre Fiori úr San Marino í undanumfarinum í Europa League. Hetta var føroyskt met - ongantíð hevur eitt lið vunnið so stóran samanlagdan sigur. Talan var eisini um størsta útisigur hjá føroyskum liðið nakrantíð, og fyrsta útisigur hjá KÍ í Evropa í søgu felagsins. Nógv mál, met og søguskriving - nógvat fegnast um hjá Jóannes Bjartalíð, ið vit fingu orðið á úr París í dag: 

- Vit eru sjálvandi øðiliga fegnir um úrsliti og um at sláa met. Vit spæla tveir ógvuliga góðar dystir ímóti Tre Fiori, ið ger at vit fáa so gótt úrslit.

[object Object]
(Jóannes eftir sítt triðja evropeiska mál, sum hann skoraði í Gundadali í seinastu viku - Mynd: Sverri Egholm) 

Komandi uppgávan hjá KÍ í Europa League er ímóti Riterai úr Litava. Í fjør tapti Kí 2-3 samanlagt fyri Zalgiris, ið eisini er úr Litava. Jóannes og hinir vita ikki nógv um mótsstøðuliðið enn, men bjartskygni valdar:  

- Komandi uppgávuna vita vit sum so onki um, annað enn tað at vit kunnu brúka Zalgiris sum mátistokk. Men vit fara at brúka komandi dagarnar uppá at fyrireika okkum uppá Riterai. Sjálvandi trúgva vit uppá at koma víðari. Tað var líka við í fjør í móti Zalgiris, so tað er væl møguligt.

Les eisini: KÍ hevur fleiri effektivar málskjúttar

22-ára gamli klaksvíkingurin hevur eftir brotssparksmálið í gjár skorað fýra ferðir í sjey evropeiskum dystum, og er harvið bert eitt mál frá at javnað metið hjá KÍ, ið Olgar Danielsen hevur:

- Sjálvandi er tað stuttligt at skorað; tað er tað í móti øllum allastaðni. Men tað er nakað serligt úti í Evropa. 4 mál er gott, men eg hopi at kunna leggja meira mál uppá, sigur Jóannes Bjartalíð at enda. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder