Fótbóltur

KÍ hevur fleiri effektivar málskjúttar

Patrik Johanesen, Jóannes Bjartalíð og Jonn Johannessen hava góð hagøl í evropeiskari kapping higartil.

Patrik Johannesen sæst her aftanfyri Simen Sandmæl. Hann hevur trý mál sínar fyrstu fýra dystir í evropeiskari kapping - Mynd: Sverri Egholm

Patrik Johannesen sæst her aftanfyri Simen Sandmæl. Hann hevur trý mál sínar fyrstu fýra dystir í evropeiskari kapping - Mynd: Sverri Egholm

2019-07-05 13:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ vann í gjár 4-0 í San Marino. Talan var um fyrsta útisigur í Evropa í søgu flelagsins, størsta útisigur hjá føroyskum liðið nakrantíð, og 9-1 sigurin á Tre Fiori er størsti samanlagdi føroyski sigurin í søguni. 

Les meira: 

KÍ gjørdi arbeiði væl og virðiliga liðugt

Fleiri KÍ-leikarar hava gjørt vart við seg í hesum dystunum. Evnaríki høgri bakkurin, Jóannes Kalsø Daniselsen, skoraði í gjár sítt fyrsta evropeiska mál. 21-ára gamli klaksvíkingurin legði upp til málið til 2-0, ið Jonn Johannessen stútaði í málið. Jonn skoraði eisini eitt frálíkt mál í Gundadali, og harvið er 17-ára gamli kantspælarin komin sera væl fra byrjan í evropeiskari kapping. Jonn varð útskiftur í hálvleikinum í gjár, og spældi heldur ikki fullan dyst í Gundadali. Harvið hevur hann tvey mál uppá 114 minuttir. 

[object Object]
Jonn Johannessen - her eftir sítt mál í Gundadali (Mynd: Sverri Egholm) 

Patrik Johannesen kom til KÍ í vetur. Undan dystunum ímóti Tre Fiori hevði hann leikt tveir dystir í evropeiskum fótbólti - tað var við B36 í Europa League í 2017. Har skoraði Parik í Estlandi ímóti Nomme Kalju í hansara evropeisku debut. Tað gjørdi tvøramaðurin eisini fyri KÍ, og málið í gjár kom, eins og í Gundadali, við góðari avslutning eftir gott upplægg frá Simen Sandmæl. Páll Klettskarð avloysti Patrik tíðliga í 2. hálvleiki í gjár. 

[object Object]
(Jóannes Bjartalíð verður her fagnaður av Jesper Brinck eftir sítt seinna mál í Gundadali í seinastu viku - Mynd: Sverri Egholm)

Jóannes Bjartalíð er nær við metið hjá KÍ. Uppá sjey dystir í Europa hevur hann skorað fýra mál. Olgar Danielsen skuldi í 90'árunum bert brúka seks dystir til at skora fimm evropeisk mál - øll komu á heimavølli og mest kent er hattrikið í 2. hálvleiki í 3-2 sigrinum á Maccabi Haifa í 1992. Olgar er næstovast á listanum yvir føroyskar leikarar - Levi Hanssen hevur heili 9 mál. Jóannes var sera tryggur uppá sítt brotsspark í gjár, og tað var hann eisini í fjør á heimavøll ímóti Zalgiris. Í dystinum ímóti litaviska liðnum í fjør spældi tá skaðaplágaði Jóannes líka yvir ein hálvleik samanlagt. Málini hjá 10'aranum í fyrra dystinum ímóti Tre Fiori vóru frálík - serliga málið til 5-1

Jonn Johannessen: 2 dystir, 2 mál
Jóannes Bjartalíð: 7 dystir, 4 mál
Patrik Johannesen: 4 dystir, 3 mál (tvey mál í tveimum dystum fyri KÍ)

(Tøl: Faroe Soccer)

Næsta uppgáva hjá KÍ í Evropa er móti litaviska Riterai. Fyrri dysturin verður leiktur í Vilnius komandi hósvkvøld. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder