Um vikuskiftið staðfesti Facebook síðan hjá Dannsk håndbold Øst, at Høgni Fríðuson Gaard og Andrias Friðuson Gaard nú hava heitið Elitudómarar.
Hetta høvdu hoyvíkingarnir í roynd og veru í juni, men nú hava teir báðir verið ígjøgnum og staðið tær neyðugu royndirnar. Bæði innan reglugerð (lógarroynd) og renning (kropsliga roynd).
Hesum greiðir Høgni Fríðuson Gaard Portalinum frá. Yngri beiggin er fegin um, at hetta er komið uppá pláss, tí tað letur fleiri dyr upp í Danmark.
- Hetta merkri, at vit nú eru klárir at døma 1 div (næstbestu deildunum, red.) í øllum Danmark har fyrsti dystur verður 1 div menn FIF móti Lemvig - Thyborøn 14 september. Vit eru sjálvandi stoltir av tí. vit hava klára, men er hetta vónandi bara fyrsta stigi.
Hvat er so málið hjá tykkum víðari?
- Ætlanin er at døma í bestu donsku deildini, og eisini at fara víðari internationalt til tað, sum eitur "candidates".
Tað, sum Høgni nevnir her, er tað "mittasta trapputrinið" á leiðini hjá dómarum móti tindunum.
Andrias og Høgni Fríðuson Gaard eru nú tað, sum eitur elitudómarar í Danmark.
- Elitudómarar eru allir dómarir sum døma í teimum næstbestu og bestu deildunum 1 div og liga. Sostatt eru vit til somu samlingar. sum teir bestu dómarinir í Danmark.
Brøðurnir eru undir lesnaði í Keypmannahavn, og serliga Høgni er virkin í ÍF Føroyum eisini. Teir hava tó gjørt meira og meira við dømingina. Fyrst hava hoyvíkingarnir dømt í yngru og lægru deildunum.
Sum nevnt skulu Andrias og Høgni døma føroyingafelagið FIF i næstbestu mansdeildini skjótt - so er spurningurin, hvussu skjótt teir fara longri upp. Sum skilst er metingin, at føroyingarnir hava nógv, sum skal til fyri at koma á altjóða stig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald