- Eg gleði meg ógvuliga nógv at standa á síðulinjuni aftur til ein dyst í Betrideildini. Eg skal ikki fjala, at aðrir møguleikar hava verið uppi og vent, men at arbeiða í Føroyum er nakað heilt serligt, og eg gleði meg nógv til næstu tíðina.
Í november 2022 varð kunngjørt at hann skuldi avloysa Mikkjal Thomassen sum venjari í KÍ. Hetta var fyrstu ferð, at Magne Hoseth skuldi standa sum høvuðsvenjari. Norðmaðurin fekk Daniel Berg Hestad við sum hjálparvenjara og hartil spælarastyrk úr norskum fótbólti.
Í Betrideildini longdi KÍ sína FM-røð – grundarlagið varð stoypt við 16 sigrum í 16 teimum fyrstu dystunum í kappingini. Í Evropa høvdu Hoseth og hansara menn eina ævintýraferð, sum einki annað føroyskt felag hevur havt, og tað endaði ikki fyrrenn í Lille í Fraklandi í desember, tá seinasti bólkadysturin varð spældur.
Hoseth - nú í B36. Míni grundvirðir og tey hjá felagnum hóska væl saman, og tað ger leikhátturin eisini, staðfestir 43-ára gamli norðmaðurin fyri Blaðnum
Fryntligi 43-ára gamli norðmaðurin varð í seinastu viku kunngjørdur sum avloysari hjá Dan Brimsvík í B36. Hetta var nakað, ið gav meining beinanvegin, sigur Hoseth í samrøðu við Blaðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald