Fótbóltur

- Búkkenslan sigur at vit náa einum bólkaspæli

Jóannes Kalsø Danielsen, ið er leikbannaður til dystin hjá KÍ móti FC Differdange 03 í kvøld, er optimistiskur og trýr heilt vist, at KÍ kann náa enn einum bólkaspæli.

Jóannes Kalsø og konan Ester Aðalsteinsdóttir Danielsen í Djúpumýru í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Jóannes Kalsø og konan Ester Aðalsteinsdóttir Danielsen í Djúpumýru í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2024-07-10 18:11 Author image
Áron Vest
placeholder

Kappingárið hjá KÍ 2023 fer í søgubøkurnar sum helst besta liðavrik í føroyskum fótbólti nakrantíð. Við einum slíkum ári á baki, er ongin ivi um at meistaraliðið úr Klaksvík ynskir at prógva seg aftur í ár. Í hesum sambandi hava vit sett Jóannes Kalsø Danielsen, ið er leikbannaður í dagsins dysti, stevnu.

Fyrireikingar í 2023 og fyrireikingar í 2024
Tað er ongin ivi um, at fótbóltslið brúka tíð uppá mótstøðuliðini áðrenn dyst. Eisini hetta er nakað, sum KÍ brúkar nógva tíð uppá.

- Fyrireikingarnar til evropasummarið líkjast nógv árinum í fjør. Vit hava hugt eftir sjónbandabrotum av Differdange fyri at læra teir at kenna, men tað er altíð torført at meta um, hvat tað er fyri eitt lið, ein kemur at møta, sigur Jóannes Kalsø Danielsen.

FC Differdange 03 hava nýliga fingið minst 11 nýggjar leikarar, harav flestu teirra væntast at fáa ein leiklut móti KÍ. Tí kann væntast, at tað er torført hjá Jóannesi og liðfeløgunum at meta um styrkina hjá mótstøðuliðnum úr Luksembourg í kvøld. Til hetta sigur Jóannes, at teir mugu royna at gera sær gagn av at liðið nokk ikki er serliga væl samanspælt.
- Vit skulu tó eisini leggja fokus á okkara egna spæl og styrki, leggur Jóannes Kalsø Danielsen afturat.

Skaðar og til- og frágongd í KÍ
KÍ er, eins og fleiri ferðir áður nevnt, sera hart rakt av skaðum. Eisini eru fleiri nýggir leikarar komnir inn í liðið og tí eru avbjóðingarnar ikki heilt smáar hjá KÍ. Hetta ásannar Jóannes, at tað er óvanliga nógvir skaðar á liðnum, ið gera tað trupult at fáa stabilt samanhangandi spæl.

- Hóast hetta, so sær okkara hópur ótrúliga sterkur út, við bæði góðum leikarum útifrá og fleiri leikarar sum eru áveg aftur frá skaðasteðgi, sigur Jóannes við Portalin.

Nýggi KÍ venjarin, Espen Haug, hevur verið undir trýsti frá KÍ viðhaldsfólki. Manglandi útbúgving/loyvi, sum nú sær út til at vera komin uppá pláss, undanfarnar royndir og tílíkt, hevur fylt kjakið í KÍ hornum, har viðhaldsfólk hava verið umboðað.  Tað er ikki løgið, eftir eitt framúr kappingarár undir leiðslu av Magna Hoseth í fjør. Tað er tó trupult at nevna munin á teimum báðum.

KÍ ætlar sær longri enn í fjør
- Vit skulu sum leikarar og lið royna at gera tað uppaftur betri enn í fjør, sjálvt um tað er ógvuliga trupult. Tó trúgva vit fult og fast uppá at tað megna vit, sigur Jóannes Kalsø Danielsen við Portalin.

Hann leggur afturat, at hann situr við eini búkkenslu sum sigur, at teir aftur í ár kunnu náa einum bólkaspæli, men ásannar eisini, at hetta krevur at hvør leikari rakar sítt hægsta støði, at teir spæla sum eitt lið og eru disiplineraðir í hvørjari støðu í hvørjum dysti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder