Fótbóltur

- Eg síggi fram til hesa nýggju avbjóðingina

Jóan Símun Edmundsson skal spæla við FC Shkupi í Norðurmakedónia fram til summarið 2025, og toftamaðurin og nýggja felagið eru spent uppá samstarvið.

- Eg haldi, at tann rætta avgerðin varð tikin - eg eri serliga vísur í hesum eftir at hava hitt spælararnar og venjaratoymi. Tað váttaði kensluna, sum eg hevði frammanundan. Í felagnum síggja tey fram til at fáa roynda føroyingin í hópin (Mynd: fcshkupi.com)

- Eg haldi, at tann rætta avgerðin varð tikin - eg eri serliga vísur í hesum eftir at hava hitt spælararnar og venjaratoymi. Tað váttaði kensluna, sum eg hevði frammanundan. Í felagnum síggja tey fram til at fáa roynda føroyingin í hópin (Mynd: fcshkupi.com)

2024-02-14 17:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagin varð sáttmáli kunngjørdur millum Jóan Símun Edmundsson og FC Shkupi. Felagið kappast í oddinum í Norðurmakedónia og vann meistaraheitið í 2022. Í fjør og í 2021 endaði Shkupi á silvurplássinum í deildini, sum í løtuni er styrkismett sum nummar 50 av 55 í Evropa - hetta útfrá evropeiskum úrslitum seinastu fimm árini.

Sí eisini: Jóan Símun skal spæla í Norðurmakedónia

Shkupi er komið víðari í evropeiskari kapping tríggjar ferðir seinastu trý kappingarárini, og júst tað at spæla har - eins og Jóan Símun royndi í fjør við KA - er ein gularót hjá 32-ára gamla toftamanninum:

- Eg síggi fram til hesa nýggju avbjóðingina og til at gerast partur av einum ógvuliga framsóknum felagi, sum vil bjóða av um meistaraheitið hvørt ár, vera við í evropeisku kappinginum og samstundis menna spælararnar í felagnum. Eg haldi, at tann rætta avgerðin varð tikin - eg eri serliga vísur í hesum eftir at hava hitt spælararnar og venjaratoymi. Tað váttaði kensluna, sum eg hevði frammanundan.

Álopskendi spælarin av Toftum fegnast um avgerðina, og í felagnum í Skopje er men fegin um at fáa roynda føroyska landsliðsspælaran lagdan afturat hópinum. 

- Hesin sáttmálin gevur spenning, tí Edmundsson verður ein umráðandi partur av hópinum. Við hansara stóru royndum og serligu evnum á vøllinum vænta vit, at Edmundsson verður ein lyklaspælari, sum fer at gera mun fyri at náa okkara málum.

Í løtuni er Shkupi á 2. plássi. 18 umfør eru spæld í Prva Liga. Jóan Símun kann fáa sín fyrsta dyst fyri felagið sunnudagin.

[object Object]
Jóan Símun Edmundsson hevur stórar royndir frá landsliðnum og seks ymiskum londum (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder