- Um eg slapp avstað í dag, var tað kanska ein lítil møguleiki fyri at útbrotið kundi halda allan vegin á mál. Eg tók tann kjansin í dag, og eitt skifti sá tað heilt gott út, men tíverri rakk tað ikki heilt fram á mál.
Soleiðis sigur Torkil Veyhe, súkklari á Riwal Realdynez liðnum, eftir kappingina í dag, Tour de Finistère.
Torkil var heilt frammi í kappingini í dag, og helt seg í oddinum frá byrjan og líka til tað manglaði einar 30 kilometrar av kappingini.
Les eisini: Torkil lá á odda tað mesta av kappingini í dag
Talan var eina rutu við nógvum brekkum, yvir 2.500 hæddarkilometrar tilsamans, og í tílíkum kappingum kann vera ringt hjá liðunum at semjast um, hvør skal taka ábyrgdina av at heinta bólkar, sum eru slopnir avstað, innaftur, greiðir Torkil Veyhe.
Tað var tann kjansin, sum teir seks menninir tóku í dag.
- Eg føldi meg heilt væl súkklandi í dag, og tí skuldi møguleikin roynast. Vit seks høvdu eitt gott samstarv, og tað riggaði eftir ætlan. Men orkan hjá trimum í bólkinum rann undan nokk so skjótt, og í slíkum lendi, sum vit koyrdu í dag, har fyrimunir eru tá nakrir súkkla saman, so merkti hetta eisini, at ferðin hjá okkum fór nakað niður í mun til høvuðsbólkin.
- Vit vórðu innheintaðir, tá umleið 30 kilometrar fóru eftir at kappingini, og eg valdi at at gevast tá. Eg hevði ikki meira eftir, og ynski eisini at spara meg til mánadagin, tá eg aftur skal súkkla eina kapping, sum hóskar enn betri tí mín, enn hendan í dag, greiðir Torkil Veyhe frá.
Mánadagin skal hann og liðfelagarnir á Riwal súkkluliðnum luttaka í kappingini, sum eitur Tro-Bro Léon, sum verður súkklað í sama øki í Bregatne. Teir skulu súkkla 205 kilometrar millum Plouguerneau og Lannilis.
Torkil Veyhe var ikki einasti súkklari, sum valdi at gevast áðrenn komið var á mál í dag. Einans 63 av 116 súkklarum gjøgnumførdu allan teinin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald